Tá ið vit hoyra Guds orð, lesa í Bíbliuni og annars grunda yvir Jesus og hansara lív, so kemur fyri, at vit uppliva sviðan av, at vit ikki megna hendan standardin, sum hann setir við sínum lívi og orðum.
Vit eru ikki einsamøll, og tað er sum so onki modernað ella postmodernað við iva, sjálvt um tað onkuntíð ljóðar sum, at vit postmodernaðu hava patent upp á ivan.
Tað var kvøld, men fullmánin skein. Páskir eru altíð, tá ið tað er fullmáni. Hví skrivar Jóhannes so, at teir høvdu lyktir og vápn. Tí teir hava væntað, at teir skuldu leita, og teir hava helst eisini vænta mótstøðu.