Skírisdagur - Jesus vil verða funnin...

“Tá ið Jesus hevði sagt hetta, gekk hann út við lærusveinum sínum og yvir um løkin Kedron, har sum ein urtagarður var, sum hann fór inn í og lærusveinar hansara. Men eisini Judas, sum sveik hann, kendi staðin, tí at Jesus var ofta komin saman har við lærusveinum sínum. Tá tók Judas vaktarmenninar og nakrar sveinar frá høvuðsprestunum og Farisearunum við sær og kemur hagar við kyndlum og lompum og vápnum. Tá ið Jesus nú visti alt, sum koma skuldi yvir hann, gekk hann fram og segði við teir: «Hvørjum leita tit eftir?»”

‭‭Evangeliið eftir Jóhannes‬ ‭18:1-4‬ ‭

Og eg haldi, at vit steðga her, tí hví hava teir kyndlar, lampur og vápn. Tað var kvøld, men fullmánin skein. Páskir eru altíð, tá ið tað er fullmáni. Hví skrivar Jóhannes so, at teir høvdu lyktir og vápn. Tí teir hava væntað, at teir skuldu leita, og teir hava helst eisini væntað mótstøðu.

Vit skulu minnast, at evangeliini eru skrivað í 1.-2. øld. Elstu funnu handritini av Jóhannesar evangelii, sum vit hava í dag, eru tíðarfest til ár 110-130. Og summir granskarar siga, at Jóhannesar evangelii varð skrivað um ár 95. Evangeliini eru ikki skrivað so hvørt, sum hendingarnar fara fram, men eru vitnisfrágreiðingar frá teimum, sum fylgdust við Jesus. Jóhannes er fyrstahondsvitni kann man siga. Hetta er lærusveinurin, sum Jesus elskaði, hann sum lá við Jesu bróst og sum eisini stóð við krossin, tá ið Jesus doyði og livdi til hann bleiv ein gamal maður. Tá ið hann hevur fest sína frásøgn um Jesus á blað, so hevur hann hugsað um, hvat hann skal taka við, hvør reyði tráðurin skuldi vera osfr. Tað, sum skrivast skuldi á var ikki óavmarkað. Les bara Jóh 21,24-25. Og allíkavæl so valdi hann at fortelja okkum um smálutirnar við kyndlum og vápnum.

Fariseararnir og teir skriftlærdu og tænararnir hjá høvuðsprestinum høvdu riggað seg til at fara eftir Jesusi. Teir rigga til eina leiting, teir gera klárt til stríð. Men hvat ger Jesus. Hann goymir seg ikki. Hann fer í ein urtagarð, har hann var vanur at vera saman við lærusveinunum. Hann fer ikki og læsir seg inni í einum rúmi, hann fer ikki undir jørð. Og tá ið teir koma, so roynir hann ikki eingongd at goyma seg ella at vita, hvussu leingi teir kundu ganga har uttan at síggja hvør er hvør, men hann traðkar fram og sigur: “hvørjum leita tit eftir?”

Her vísir Jóhannes Jesu vilja til at lata seg verða funnan. Hann vísir, at Jesus var klárur at gjalda tað, sum skuldi til. Tí er alneyðugt at vit lata fólk vita, at Jesus vil verða funnin. Hann goymir seg ikki. Um Jesus vildi traðka fram til at verða svikin, háðaður, spýttur á, sligin, negldur, pískaður og dripin, so er hann eisini villigur at traðka inn í tað støðu, sum vit eru í í dag.

Hvussu er við okkum? Eru vit villig til at traðka inn í støðuna hjá fólki? Eru vit villig til at verða funnin? Eru vit villig til at vera nærverandi hesar páskirnar? Eru vit villig til at svara teimum spurningum, sum fólk kunnu spyrja okkum?

“men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta,”

‭‭Hitt fyrra almenna bræv Pæturs‬ ‭3:15‬ ‭

Góði Jesus

Takk fyri, at tú traðkaði fram hatta kvøldið í urtagarðinum fyri at bjarga mær. Opna mín eygu, so eg síggi hvussu tú aftur og aftur bjóðar inn til samfelag við teg. Lær meg eisini at vera villigan at traðka inn í lívið hjá øðrum, eisini tá ið lívið er trupult, so at tað kann vera við til, at tey finna teg.

Amen.