Børn á Soli deo Gloria
Tað hevur týdning, at tú og tíni børn kunnu trívast á Soli Deo Gloria. Tí royna vit allatíðina at gera tað betur fyri børn og barnafamiljur at koma á Soli Deo Gloria.
Í gongini er eitt WC úti við trappuna, sum hevur skiftiborð. Har eru foreldur vælkomin at skifta børnunum. Í køkinum er ein kókari, um tit hava tørv á tí. Spyr bara tann, sum er í køkinum, um tú kanst fáa kókað vatn. Og har er sjálvandi eisini kalt vatn at fáa.
Soli Deo Gloria hevur eitt smábarnarúm, har foreldur kunnu sita við smáum børnum og fáa møtið við. Í smábarnarúminum ber til at hoyra og síggja, hvat hendir á møtinum.
Tá ið SDG-børn sangurin verður sungin á møtinum, fara børn undir skúlaaldur í SDG - børn í barnasalin á miðhæddini. Tá fáa børnini eitt orð um Jesus, sleppa at spæla ella tekna, og onkuntíð fáa tey eisini ein bita ella frukt.
Eftir lovsangin - undir taluni - fara børn í skúlaaldri í matsalin, har tey eisini hoyra eitt orð eru saman.
Orsøkin til, at vit vilja byrja saman og hava børnini við til sang og felagskap saman við teimum vaksnu, áðrenn tey fara til SDG-børn er, at vit trúgva, at tey eru partur av samkomuni, og at tey kunnu uppliva Gud. Og tí eru tey eisini vælkomin at luttaka til breyðbróting, um tit, sum varða av teimum vilja tað.
Um tit hava spurningar viðvíkjandi børnunum, so kunnu tit altíð venda tykkum til samkomuleiðararnar ella til tey, sum virka í tænastuni fyri SDG – børn.