Trúarjáttanin

Endamál:

"Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guðs" (Áps. 20,27)


Trúarjáttan:

- Vit trúgva á almátt og náði hins æviga tríeinda Guðs, Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, í skapan, forsjón, opinbering, endurloysing og endaligum dómi.

- Vit trúgva, at Bíblian, sum er samansett av Gamla og Nýggja Testamenti, er innblást av Guði, og at hon er fullkomiliga álítandi og avgerandi í øllum trúar- og lívsatferðarviðurskiftum.

- Vit trúgva, at øll tann falna mannaættin hevur syndað og er sek, og at vreiði og dómur Guðs tí er vend ímóti henni.

- Vit trúgva, at Sonur Guðs, sum varð hold, varð ofraður fyri alt, sum bót skuldi gerast fyri, og at hann er tað einasta, sum vit kunnu byggja endurloysn okkara frá skuld, valdi syndarinnar og hennara ævigu fylgjum á, og at hann kann gera tað.

- Vit trúgva, at syndarin bert verður rættvísgjørdur av náði Guðs við trúgv á Harran Kristus krossfestan og upprisnan frá deyðum.

- Vit trúgva á verk Heilaga Andans, sum er at upplýsa, endurføða og heilaggera menniskju og taka bústað í teimum.

- Vit trúgva, at øll trúgvandi eru prestar og tilsamans mynda alheimssamkomuna, likamið hvørs høvur er Kristus, og at boð Hansara gevur teimum skyldu til at boða evangeliið um allan heim.

- Vit vænta Harrans Jesu Krists persónligu og sjónligu afturkomu í kraft og dýrd.

- Vit trúgva, at vit eiga at virka fyri størri einleika millum tey kristnu, og at vit við áliti á hvør annan kunnu samarbeiða við allar evangeliskar samkomur og felagskapir.