Um tú ert nýggjur her, vælkomin! 

Vit liva vanlig lív, sum flest onnur. Vit koma saman regluliga, tí vit elska Jesus, hvønnannan og okkara bý og land. 

Her kanst tú lesa stutt um visjónina, missiónina og kjarnuvirðini hjá samkomuni.

Visjónin:

● Byggja Guds ríki herfrá víðari út.


Missiónin:

Uppbyggja hvør annan og byggja saman.


Vit, sum ganga á Soli Deo Gloria eru øll ymisk, men tað eru nøkur kjarnuvirðir, sum vit sum samkoma ynskja at halda fast í.
— Leiðslan

KJARNUVIRÐIR:

  • At gera lærusveinar: Vit eiga øll at gera lærusveinar. (Matt. 28,18-20)

  • Guds nærvera: Guds nærvera er ein natúrligur partur í felagsskapinum. (2. Krýn. 7,10. Sálm. 84,11)

  • Byggja brýr: Vit vilja byggja brýr til onnur, ung sum eldri, í og uttanfyri samkomuna. Eisini til aðrar samkomur. (Jóh. 17,20-21)

  • Hvíld: Hvíld er ein fortreyt fyri einum virknum lívi. Tað er ikki framleiðsla fyri einhvønn prís. (3. Jóh. 1,2)

  •  Vera viðkomandi: Vit vilja geva Jesus til nútíðina. (Jóh. 15,19 og Jóh. 17,11)

  • Familja: vit vilja elska og vísa náði til hvønn annan sum familja. (Róm 12,10)