GREINAR
Samkoman er samansett av fleiri greinum, sum allar tilsamans mynda samkomuna.
SDG - UNG
Vit eru sera glað um, at ung fólk mynda ein stóran part av samkomuni og vóna, at tað altíð fer at vera so. Samstundis ynskja vit, at ung og gomul skulu trívast saman, tí eru ung vælkomin til øll tiltøk á Soli Deo Gloria. Afturat tí eru so tiltøkini, sum eru ætlað ungum: ungdómsmøti er hvønn hósdag kl.20 og seinasta hóskvøld í hvørjum mána er SDG-café. Tá er hugni, góður matur og tónleikaframførslur á skránni. Tað eru eisini gentu- og dreingjabólkar, sum hittast mitt í viku, har tey ungu biðja, tosa og hugna sær saman.
SDG - LOVSANG
Lovsangur og tilbiðjan er eitt av beinunum, sum samkoman stendur á. Og tí hevur lovsangur og tilbiðjan rúm, tá ið vit koma saman. Vit eru takksom fyri, at vit hava so nógvar dungaligar tónleikarar og sangarar, sum velja sjálvboðið at brúka sína tíð í samkomuni til æru fyri Gud og til signing fyri tey, sum hoyra. Tað ber til at hoyra fleiri av sangunum hjá lovsangstænastuni her.
SDG - BØN
Alt broytist við bøn. Í Soli Deo Gloria ber til at møtast til bøn í samkomuni. Sum nú er, er bøn hvønn sunnudag kl.17 og hóskvøld kl.19:30 og persónlig forbøn er altíð møgulig í samband við møtið. Harafturat vilja vit fegin móttaka bønarevni, sum vit kunnu biðja fyri, tað ber til at senda bønarevni inn her.
UMSORGANARHEIMIÐ GLORIA
Leiðslan í samkomuni Soli Deo Gloria er eisini stýrið fyri umsorganarheimið Gloria, har vit ynskja sambært Kunngerð nr. 51 frá 4. juni 2008 um serlig bútilboð, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 16. oktober 2013 at bjóða fólki innivist og mat. Starvsfólkini á heiminum standa fyri tí dagliga á heiminum, og vit eru teimum takksom fyri tað megnar arbeiði, tey gera. Um tú ynskir at vita meira um umsorganarheimið, kanst tú vitja heimasíðuna gloria.fo
ANDAKTIR Á ELLISHEIMUM
Saman við hinum samkomunum í býnum, so skiftast vit um at vitja sambýli og ellisheim, har andaktir verða hildnar fyri teimum gomlu. Tað er eitt stórt arbeiði, sum verður gjørt av sjálvbodnum kring alt landið í samband við ellisheimini.
OG FLEIRI AÐRAR…
Harafturat verður eitt stórt arbeiði lagt í bæði umsorganarlig og praktisk viðurskifti, sum gera, at tað er møguligt at hava samkomuna og arbeiðið í henni. Tað verður matgjørt, vaskað, smíðað og annað, so hølini eru snøgg at koma til.
Og so trúgva vit, at hvør einstakur er samkoman, so vit sum samkoma røkka nógv longur enn ein bygningur kann, men vit kunnu fremja Guds ríki, har sum vit eru