Eg minnist, hvussu eg, eftir at jubulin hevði lagt seg, tá ið eg hevði sæð tvær strikur á eini graviditetstest, fór at hugsa: “Kann tað passa?” “Eg føli onki!” “Eg síggi onki!” “Burdi eg tjekkað umaftur?” Eg ivaðist seriøst. Eg ivaðist, sjálvt um eg hevði sæð tvær strikur, sjálvt um eg hevði vísindalig prógv, sjálvt um eg hevði tikið eina roynd.
Eg eri nokk ikki tann einasta, sum havi havt handan tankan. Vit kenna nokk øll iva, um tað so ikki var í hasum samanhanginum. Vit kunnu ivast í, hvussu vit koma at klára tað til eina próvtøku. Vit ivast í, hvussu børnini skulu klára seg uttan okkum. Vit ivast eisini í okkara relatiónum, okkara egna virði og ætlanunum hjá øðrum mótvegis okkum. Og vit hava eisini iva um teir heilt stóru spurningarnar. Kann alt tað, sum eg altíð havi trúð passa? Mótgongd, svik og sár hava givið okkum orsøk til at ivast í Gudi Um hann nú er tann, sum hann sigur seg vera. Vit eru fleiri, sum hava prøvað at havt ringa samvitsku, tí vit ikki altíð hava sæð samanhang ella meining í lívinum, í Bíbliuni ella páskaboðskapinum. Vit eru ikki einsamøll, og tað er sum so onki modernað ella postmodernað við iva, sjálvt um tað onkuntíð ljóðar sum, at vit postmodernaðu hava patent upp á ivan.
Lat okkum hyggja, hvussu tað var í 1. øld, tá ið Jesus júst var risin frá deyðum.
Í mentanarliga pottinum, Jerusalem hevði júst verið hátíð, og teir høvdu dripið ein, sum fleiri viðurkendu sum Messias. Og hann viðgekk enntá sjálvur, at hann var Messias. Hann var blivin píndur og krossfestur, eyðmýktur og gjørdur fyri skommum. Og lagdur í eina grøv, og nú var ein dempari lagdur á hansara fylgjarar, men hvat hendir? Triðja dagin, tá ið líkið skuldi salvast, var tað ikki í grøvini meir. Og hann møtir nøkrum av kvinnunum, sum høvdu fylgt honum og lærusveinum sínum og avtalar ein fund við lærusveinarnar í Galilea. Lat okkum lesa, hvør reaktiónin er, tá ið teir nærmastu av hansara vinum eru saman við honum aftur, eftir at hann er livnaður frá deyðum.
Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu. Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust. Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: «Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Matt 28,16-18.
Ímynda tær ambivalensin. Hann, sum teir høvdu verið saman við í trý ár, hava teir syrgt, og nú stendur hann har. Hvat skal man siga? Hvat skal man gera? Matteus greiðir frá:” teir tilbóðu hann; men summir ivaðust.” Teir verða lýstir við tveimum orðum: teir tilbiðja og summir ivast. Jesu bestu vinir, sum hava fylgt honum í trý ár, ivast. Lætnar tað hjá tær? Tú ert ikki einasmallur. Tað er onki nýtt í at ivast. Og flestu menniskju fara ígjøgnum tíðir við iva meir enn einaferð í lívinum. Ivi búnar trúnna. Tá ið Jesu egnu lærusveinar ivast, tá ið teir síggja Jesus, so trúgvi eg, at Jesus rúma okkara iva, sum ikki síggja hann.
Men tað er serstakliga áhugavert at síggja, hvat hendir við hesum ellivu, sum vóru saman við Jesusi hendan dagin til fundin. Teir ellivu við iva og tilbiðjan og øllum teimum kenslum, sum vóru til staðar. Teir blivu allir lyklapersónar í, at kristna trúgvin spjaddist út um heim. Teir vóru amboð í Guds hond, at bera hendan gleðiboðskapin um Jesus kring heimin. Jesus, sum hevur fingið alt vald á himli og á jørð, so at hann eisini kann fyrigeva synd. Og hesir ellivu komu eisini at doyggja fyri sína trúgv, allir uttan Jóhannes, sum doyði sum gamal maður eisini trúfastur móti gleðiboðskapinum. Tað sigur mær, at ivi er ikki endin. Tað sigur mær, at ivi behøvist ikki at taka dirvi og gleðina. Ivin kann verða lopfjølin til eina trúgva tænastu, sum kann broyta umheimin.
Lat okkum tí gera sum Paulus skrivar í 2. kor. 5,7: ganga í trúgv og ikki skoðan.
Gòði Jesus
Vit undrast á tín deyða og uppreisn, men vit trúgva, hjálp okkara vantrúgv. Vit takka tær fyri syndanna fyrigeving, fyri vónina um uppreisn og ævigt lív. Heilagi andi, hjálp okkum at ganga í trúgv og ikki í skoðan. Og lat tín gleðiboðskap halda fram at spjaða seg eisini ígjøgnum okkum.
Amen
Gleðiligar páskir - Jesus livir!