Bíblian - ein samansett bók

Bíblian kann ofta tykjast sum ein torskild bók at lesa, men tað er ikki so sjáldsamt, tá ið hugsað verður um, at hon er av sonnum eitt bókasavn.

Bíblian hevur jú 66 bøkur við yvir 40 rithøvundum, við ymsum bakgrundum. Hon hevur nógv ymisk tekstasløg. Skrivað yvir 1500-2000 ár og í ymsum londum, undir ymsum stjórnarleiðarum, við ymsum rákum og -ismum.

Onkur av rithøvundunum var profetur, ein annar prestur, ein fiskimaður, ein tollari, ein tjaldmakari, hirðar og lækni. Og tá ið man hevur sitið á einum fundi við meir enn tveimum fakbólkum, so kann man undrast á, at hesir siga somu søgu.

Hóast alt hetta, so sigur Bíblian eina greiða søgu um, at Gud elskar skaparverkið og menniskja.

Skaparverkið sum var fullkomið, og er ikki fullkomið longur - tí syndin kom inn í heimin,

MEN sjálvt tá vil Gud gera ein veg at leiða menniskja aftur til sín.

Ikki nokk við tað. Hann kom sjálvur at búgva hjá okkum menniskjum, var ein av okkum og hann gekk í deyðan fyri okkum, hann rindaði prísin, hann doyði, men mest av øllum sigraði.

Og hann sigur, at hvør tann, sum trýr á hann skal um ævir ikki glatast men hava ævigt lív.

Og fyri bara at geva eitt dømi, hvussu væl Bíblian hongur saman, sjálvt um hon er í tveimum pørtum, á tveimum ymsum málum og til tíðir kann tykjast torskild, so er kanningin hjá Dr. Peter Stoner áhugaverd.

Dr. Peter Stoner gjørdi í 1960unum eina útrokning. Yvir 1200 ár í GT profetaðu menn um Messias, bæði hvussu og hvat við komu hansara. Yvir 300 profetiir. Jesus uppfylti øll.

Dr. Stoner vildi roknað, hvat sannlíkindini vóru fyri, at Jesus kundi uppfylla 8 av hesum profetiiunum.

Sannlíkindini fyri, at nakað menniskju frá Jesu tíð og fram til 1960ini kundi uppfylla bara 8 av hesum profetiunum er 1:100.000.000.000.000.000

Dr. Stoner sigur, at um vit hugsa hetta talið í silvurmyntum, so hava vit ikki ein lagurbygning, ið kann rúma teimum. Men man kundi t.d. lagt tær út á statin Texas, og tá hevði lagið verið so tjúkt sum yvir 60cm.

Og í Texas skuldi so verið 1 mynt, sum hevði eitt merki.

So trupul eru sannlíkindi fyri, at ein persónur síðan ár 0 til 1960ini, kann uppfylla 8 av Messiasprofetiunum í GT.

Men Jesus uppfylti øll tey yvir 300 profetiiini.

Hetta er tann bókin, sum Bíbliufeløg um allan heim geva út. Hetta er tann Gud, sum vit trúgva á!

Eg fari at eggja tær til at lesa Guds søgu, lesa Bíbliuna. Lesa staklutirnar, men les eisini heildina. Kærleikssøguna um, at Gud elskar menniskja og ger menniskjanum ein veg aftur til Gud.