“Prestur, hvat hevur tú at bjóða mær?”

Hetta var spurningurin hjá einum muslimi til Steen Skovsgaard, prest í Gellerupparken í Århus, sum hevði bjóðað inn til ein fund, har muslimar kundu seta spurningar.

Steen fortaldi um hesa hendingina í kirkjukjallaranum í Vesturkirkjuni hósmorgunin, tá ið eg spontant fór ein túr til Havnar at hoyra hann tosa um Ph.d ritgerð sína “Mellem frygt og glæde - dommedag i islam og kristendom”.

Men aftur til spurningin frá musliminum í Gellerupparken. “Hvat hevur tú at bjóða mær sum muslimi, prestur?” Og hann legði afturat, at nú skuldi hann ikki koma við einum bíligum svari sum kærleika ella nakað sovorðið.

Steen hugsaði seg væl og leingi um, men til endans gevur hann stutta svarið: “Eg kann bjóða tær Guds náði!”

Og hann kendi, hvussu øll hini 8 kristnu, sum vóru til staðar, har eini 100 muslimar vóru møttir upp, nikkaðu og næstan klappaðu honum á ryggin. Gott svar!

Men úttrykkið og móttøkan frá muslimunum var undrandi og køld. Og teir kendu seg ikki aftur í svarinum.

Og Steen fortelur, at hetta setti nakrar tankar í gongd, og at hann seinni hevur uppdagað, at tað ikki var nakað gott svar. Men at hann heldur skuldi havt svarað nakað soleiðis: “Eg havi tíverri einki at bjóða tær. Gleðiboðskapurin er fyri tey fátæku. Hann er til tey, sum kenna, at tey mangla nakað: tey sjúku, svongu og veiku. Gleðiboðskapurin er fyri syndarar, tey við tómum hondum; men soleiðis tykist tú ikki at føla teg. Tú sært út til at hava tað so gott og vera so tryggur við islam, at eg ivist í, um eg havi nakað at bjóða tær. Men skuldi tað hent, at tú einaferð kemur í eina støðu, har islam ikki gevur meining, ella har tú kemur út fyri umstøðum ella hendingum, sum tú ikki skilir, ella tú stendur við tómum hondum, ja so vóni eg, at tú kemur aftur, tí so havi eg nakað at bjóða.”

Júst hendan hendingin og svarið vóru til ein muslim í Gellerupparken, men tað kundi tað sama verið til mín ella tín.

Ofta spyrja vit okkum sjálvi. Hvat kann ein samkoma bjóða mær? Hvat kann ein prædikantur ella prestur geva mær? Ella hvat kundi Jesus givið mínum lívi, sum eg ikki longu havi?

Og tá er hetta svarið hjá Steen so gott. Um tú hevur alt, um tær ikki tørvar Jesus, um Jesus bara skal vera eitt add-on í tínum lívi, eitt eyka kryddarí, so er spurningurin, um Bíblian og kristna trúgvin hevur nakað at bjóða tær.

Men um kemur við tómum hondum, tær tørvar hann, og tú ynskir at móttaka Jesus, ja fyri teg kann hann blíva alt!

“Men tá ið hann hoyrdi tað, segði hann: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt.”

‭‭Matteus‬ ‭9‬,12‬

-Hallgerð