Sást tú svart?

Var tað bara eg, sum sá svart 2. hvítusunnudag, tá ið 16 smittutilburðir vórðu funnir? Allar hugsandi støður runnu fram fyri meg. Og eg væntaði tað ringasta týsdagin. 36 smittutilburðir, kanska 50. 

Eg hugsaði eina løtu, um skúlagongdin hjá mær uttanlands nú fór fyri skeytið, tí at Føroyar fóru at verða reyðar í alt summar.


Hatta hendir viðhvørt. Vit verða ótrygg við støðuna, vit vita ikki, hvat vit skulu vænta, jamen so vænta vit tað ringasta. Tað er eins og at vit (eg kann illa siga, at tú hugsar so, men í hvussu er eg til tíðir) hava gjørt okkum nøkur tankamynstur, og at vit kunnu skjótt hava skapt eitt heilt infrakervi í sinninum av at vænta tað ringast. Vónloysi og mótloysi.


Tað eru tveir býir í Ísrael, sum vit hoyra um á Jesu døgum, sum ímynda væl tveir heilt ymiskar hugsunarhættir. Teir eru Kapernaum og Nasaret.


Kapernaum er býurin, har Jesus valdi at búseta seg. Har flokkaðist fólkið um Jesus. Hann gjørdi undur og tekin. Lamin gingu, fepurin fór av fólki osfr. Og fólkið stúgvaðist um Jesus, tí tey vistu, at frá honum, kundu tey bara vænta tað besta.


Soleiðis var ikki í Nasaret. Jesus vitjaði eisini heimbygdina Nasaret:


“Og hann kom til heimbygd sína og lærdi tey í samkomuhúsi teirra, so at tey gjørdust stórliga bilsin og søgdu: «Hvaðani hevur hann slíkan vísdóm og slíkar kraftargerðir? Er hetta ikki sonur træsmiðarins? Eitur ikki móðir hansara Maria, og brøður hansara Jákup og Jósef og Símun og Judas? Og systrar hansara, eru tær ikki allar her hjá okkum? Hvaðani hevur hann tá alt hetta?» Og tey tóku sær ilt av honum. Men Jesus segði við tey: «Ikki er ein profetur vanvirdur uttan í sínum egna heimlandi og í sínum egna húsi.» Og hann gjørdi ikki har mangar kraftargerðir vegna vantrúgv teirra.”

‭‭Matt ‭13,54-58‬


Í Nasaret vóru tey fastlæst í, hvat tey kundu vænta frá Nasaret. Tey vóru fastlæst í, hvat tey kundu vænta frá menniskjum. Og hesin hugsunarhátturin sær út til at hava verið valdandi í Nasaret, tí brotið endar við, at Jesus fekk ikki gjørt nógv undur og tekin har, vegna vantrúnna.


Hvussu er tað hjá tær? Hvørjum býi líkist tín hugsunarhátturin mest? Væntar tú altíð tað ringasta?


Eg hoyrdi einaferð fer ein siga: “Alt er ikki altíð, so sum tað sær út!” og eg hoyrdi meg sjálvan siga innantanna: “Nei, tað er nógv verri!” Men tá var tað heilagi andin sannførdi meg um, at tað var ikki satt, og at tað var upp til mín, um eg vildi byggja eitt Kapernaum ella eitt Nasaret. Vit umvending, bøn, uppbyggjandi tilfari og góðum samrøðum við trúarfelagar, so er tað møguligt at broyta títt tankamynstur. So er møguligt hjá tær at bygga títt Kapernaum!

-Hallgerð