Nú kemur mammudagsbloggurin

(Eisini viðkomandi fyri pápar 😉)


Deilig børn, góðar mammudagsgávur, ein stramman kropp og ikki minst lekran og instaverdan mat. Tað er eingin endi á øllum tí, sum verður væntað av okkum mammum. Krøvini eru nógv, ov nógv. Og tey verða oftast sett av okkum sjálvum, fyrst og fremst

So vit royna at “fiksa” tað og keypa eina lekra macaroon heimvið, ella eitt nýtt par av skóm. Tað hava vit uppiborið ikki sannheit? Ella leggja eina fitta mynd út av nýggja baðirúminum, tí man kann akkurát tað sama fáa eitt sindur av gleði og positivum afturmeldingum, tá ið man nú hevur gjørt eitt so gott arbeiði.
Men tá ið tað kemur til stykkis. So er trýstið á okkum mammur og kanska sum heild serliga smábarnaforeldur ov høgt!

Eitt vikuskifti á hotell kann ikki eingongd útjavna trýstið. Tað kann enda við at kennast miseydnað, tí tað megnar simpulten ikki at rætta upp uppá møðina, sum gerndisdagurin kemur við. Ikki eingongd ein deiligur mammudagur einaferð um árið kann gera tað.

Jesus sigur:

“Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”

‭‭Matt 11,28‬ ‭

Í øllum okkara gerandisdegi, okkara rútmum av matpakkum, ítróttarvenjingum, bindiklubbum, og góðanáttsøgum. Hava vit so gloymt hvíldina?

Hvíldina, sum er alneyðug, um kroppurin skal virka, sum Gud skapti hann at virka? Hvíldina, sum øll menniskju hava tørv og sum Bíblian enntá eggjar okkum til. Hugsa tær, Gud skapti menniskjuni við einum kroppi, sum tørvar svøvn og hvíld. Gud sjálvur hvíldi. Og hann bað okkum hvíla.

Tað er eins og vit eru blivin so von við at vera í eldinum og undir trýsti, eins og jarn, sum jarnsmiðurin smíðar, at vit hava gloymt, at tað er ikki fyrr enn luturin verður tikin úr eldinum, undan hamarinum og í vatnið, har tað herdar, at alt arbeiðið gevur meining. Tí uttan vatnið, uttan pausuna frá eldinum og hamaranum so fær luturin ov nógv, og kann til endans ikki brúkast.

Tú spyrt kanska, hvussu kann hetta lata seg gera í tínum lívi og tínum álmanakka, sum er fullur av virksemi. Eg havi eitt gott ráð: vel, hvat tú vilt miseydnast í! Ja, tú hoyrdi rætt! Vel, hvat tú vilt miseydnast í!

Tað er menniskjaliga ómøguligt at eydnast og verða bara næstan fullkomin í øllum tí, sum vit vilja. So tí er best, at tú velur tilvitað, hvat tú ert okay við ikki at megna hesa árstíðina. Er tað bindiklubburin? Er tað stóru føðingardagarnir? Er tað sosialu miðlarnir ella instaverduga býlið? Okkurt má tað vera, tí hvíldin má ikki vera tað, sum gleppur, prísurin er simpulten ov høgur!

Mammur!

Tit gera tað virkiliga væl! Tað er sjáldan eg síggi slíkan kærleika, sum nógvar mammur geva sínum børnum. Størri kærleika hevur eingin enn tann, sum letur lív sítt fyri vinir sínar.
Eg vóni, tit fáa eina góða viku, mána, ár, har hvíldin, svøvnurin og upplading er í hásæti.