Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær?

Vit kenna tað øll, man roynir at biðja, men tað tykist, sum bønirnar raka loftið. Ella tú fært eini ring boð, og tað tykist sum teppið er skrætt undan tær. Hvar er Gud í øllum hesum? Hann tykist so fjarur. Í truplum avgerðum, í ringum boðum, tá sjúka, arbeiðsloysi ella sorg raka. Hvar er Gud tá?

Hevur tú hoyrt sagt, at vit lesa í sálmunum, at Dávid bar alt til Gud? Gleði og sorgir. Hann tordi at vera erligur fyri Gudi. Og hetta er tað, sum ger, at vit í dag hava næstan líka nógvar sorgarsangir ella harmljóð sum lovsangir eftir Dávid. Alt eftir hvussu man telur harmljóðini ella sorgarsangirnar, so eru 1/3 til ½ av øllum sálmunum í Sálmabókini í Bíbliuni sorgarsangir. Dávid hevur ikki skrivað allar. Men hetta vísir, hvussu stórur partur av gudsdýrkanini hjá Ísraelsfólki hetta slagi av sangum og tilbiðjan var.

 

Í dag tykist tað sum um, at vit hava valt okkum aðrar tilgongdir til sorg, miss og pínu. Vit hugsa positivt! Vit royna at síggja tað góða í øllum. Summi feia tað undir teppð, fortreingja. Vit brúka næstan lívsmotto sum: “Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt” ella “Jamen so má tað vera Guds vilji” at skylda uppá. Og vit verða faktisk lammað í okkara sorg.

 

Jesus varð 100% Gud men eisini 100% menniskja.

Hvat síggja vit, at hann ger í síni svárastu neyð? Hvat kunnu vit læra av, hvussu hann var menniskja og hvussu hann taklaði sorg og pínu? Hvat er tað Jesus ger, tá ið hann Langa fríggjadag hongur á krossinum? Í allari pínuni, sorgini og neyðini, so byrjar hann at sitera ein av hesum sorgarsálmunum í Sálmabókini í Bíbliuni. “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær?” Soleiðis byrjar sálmur 22.

 

Nú hava vit eitt dømi um, at ikki bara Dávid harmast og syrgir fram fyri Gudi, og setir orð á sínar kenslur. Men tað ger Jesus eisini. Lat hann vera okkum eitt fyridømi, at vit, tá ið møta trongd, sorg og pínu, rátt og erligt koma fram fyri Gud og seta honum teir sváru spurningarnar. Og oysa okkara frustratiónir og ivamál út.

 

Man skal rokna við, at tá ið Jesus byrjar at sitera sálm 22, so duga fariseararnir, teir skriftlærdu og kanska stórur partur av fólkinum sálmin uttanat. Og nú vóru teir kanska í ferð við at sitera sálmin innantanna. Tí hetta er ein sjáldsamur dagur, Jesus er ikki ordiliga sum hini. Og tá ið teir koma til 17. ørindi, so lesa vit:

 

“Tí hundar um meg tyrpast, flokkur av níðingum er rundan um meg. Teir hava stungið meg gjøgnum hendur og føtur. Eg kann telja øll míni bein, teir hyggja at, fegnir teir líta hará. Teir skifta míni klæði sín ámillum, um kyrtil mín kasta teir lut. Men tú, Harri, statt ikki langt burtur! Styrki mín, skunda tær mær til hjálpar! Sál míni bjarga frá svørði, mínum einasta úr hundavaldi! Frels meg undan ljóndjóra kjafti, mínum arminga undan villoksa hornum.” Sálmarnir 22,17-22 

 

Langa fríggjadag byrjar kanska at ganga upp fyri teimum, hvat tey hava gjørt! Teir hava krossfest Messias!

Men hvat er tað, sum hendir. Jesus doyr, hann verður lagdur í grøvina, og lærusveinarnir ganga helst og hugsa: Man Gud vera farin frá honum?

 

Men tað endar ikki har! Tíbetur!! Páskadag rísur Jesus upp frá deyðum, Gud vísir, at hann er Immanuel, Gud við okkum! Hann kom sterkt aftur. Og sorgarsálmurin, og sum Sálmur 22 heldur fram:

“Eg vil boða títt navn fyri brøðrum mínum; á mannafundi vil eg tær lova. Lovið honum, tit, ið óttast Harran! Æra hann øll Jákups ætt, hav fyri honum ótta øll Ísraels ætt! Tí ikki hevur hann vanvirt og ikki varnast fyri armingans neyð, og ikki fjalt andlit sítt fyri honum; men hoyrt, tá ið hann rópaði á hann. Frá tær mín lovsangur kemur á miklum mannafundi; míni heitorð eg haldi fyri eygum teirra, ið hann óttast. Eymir skulu eta og verða mettir. Teir, ið søkja Harran, skulu honum lova, teirra hjørtu eiga lív allar ævir.” Sálmarnir 22,23-27

(Tí Hann vanvirdi ikki og skýggjaði ikki armóð hins arma, fjaldi ikki andlitið fyri Honum, men hoyrdi, táið Hann rópti til Hansara. Sálm 22,25 VD)

Stendur tú í truplum umstøðum í dag? Hevur tú eina innilæsta sorg, sum tú hevur roynt at feia undir teppið? Hevur tú roynt at hugsað positivt ella hugsa: kanska er tað bara Guds vilji fyri meg.

Ger sum Dávid, ger sum Jesus! Tor og oys tín treðga og tína sorg út fyri Jesusi. Vís honum tína ónøgd! Hann hevur umsorgan fyri tær. Hann kennir til svik, pínu og sorg, og hann bar sína sorg til faðirin. Og faðirin vísti, at hann hevði ikki gloymt hann ella vent honum bakið, men hann var har fyri at taka hann aftur til lívið. Hann er her fyri at reisa teg aftur á føtur! Síðsta orðið var ikki sagt í Jesu lívi langa fríggjadag. Síðsta orðið heldur ikki sagt í tíni støðu. Jesus fjalir ikki andlit sítt fyri tær, men hann hoyrir, tá ið tú rópar!