Mitt í broyting?

Kennist tað sum, at heimurin broytist alt ov skjótt? Er tað eins og tú ikki megnar at fylgja við?

Vit møta broytingum javnan. Í dag byrja børn í 1. flokki, ung og vaksin byrja á miðnámsskúla og øðrum útbúgvingarstovnum. Onnur skulu út í arbeiðslívið eftir lokna skúlagongd, og uppaftur onnur flyta av landinum, skulu til at giftast, stovna familju ella aðrar gleðiligar broytingar.
Broytingarnar eru ikki eins gleðiligar hjá øllum. Hjá summum er stólurin hinummegin borðið tómur, tí makin brádliga varð tikin av sjúku ella eftir langa sjúkralegu. Onnur uppliva missin av skilnaði sum ger, at man er einsamallur um at bera dagligu byrðarnar. Onnur uppliva broytingar av uppsøgnum, starvsfeløgum, sum eru farnir víðari ella líknandi.

Men hvussu fara vit gjøgnum hesar broytingar uttan at missa mótið?

Hvuussu megna vit at hava eina livandi vón mitt í vónloysi?

“Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum,” 1. Pæt‬ ‭1,3

Hvussu kunnu vit grundfesta vónina í okkara lívi?

Um vit hugsa um Bíbliuna, so er hon kærleikasøgan til menniskjuni frá Gudi. 66 bøkur, sum allar handla um, hvussu Gud frá fyrstan tíð skapti menniskju til at liva saman við sær og at ráða yvir jørðini. Menniskjuni vildu heldur sjálvi vera Gud, og vilja tað partvís enn í dag. Men Gud lat tað ikki liggja har, hann átók sær sjálvum uppgávuna at vinna menniskjuni aftur. Av berum kærleika, við møguleikanum fyri at vera vrakaður av menniskjunum, sum hann elskar, sigraði hann á tí ónda, so at menniskja kundu hava frið við Gud gjøgnum sonin Jesus. Og kærleikssøgan fortelur okkum, hvussu hann aftur ætlar at endureisa alt til ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, har Jesus er kongur í ævir. Har alt verður fullkomið og eingin synd og eingin pína er, og har vit koma at liva saman við honum í ævir. Søgan endar væl.

Men í hesi kærleiksøguni er eisini eitt hæddarpunkt. Eins og allar søgur og filmar hevur Bíblian eitt hæddarpunkt. Um vit lesa 

Luk 23,50 - Luk 24,2

“Og sí, ein maður var, ið æt Jósef; hann var ráðsharri, ein góður og rættvísur maður; og hann hevði ikki samtykt í teirra ráði og verki; hann var úr Arimateu, einum staði í Jødalandi, og hann væntaði Guðs ríki. Hesin maður fór til Pilatusar og bað um likamið av Jesusi. Og hann tók tað niður, sveipaði tað inn í línklæði og legði tað í eina grøv, høgda inn í klettin, sum eingin hevði ligið í áður. Og tað var atfangadagur, og hvíludagurin var í hondum. Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt. Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini. “Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til. Og tær funnu steinin veltan frá grøvini. Og tá ið tær fóru inn, funnu tær ikki Harrans Jesu likam.”

(Kann eisini lesast í Markus 15,47 - 16,2

Og Jóh 19-20)

Kanst tú ímynda tær, hvussu tað man hava verið? At hava fylgst við Jesusi í langa tíð og gingið 3 dagar til Jerusalem fyri at halda páskir, og nú er Jesus deyður. 

Tað er nakað í hesum tekstinum, sum eg haldi er áhugavert. Tí Jesus rísur ikki uppaftur 3 tímar aftaná hann er deyður, men triðja dagin. (Og har telur man ikki dagar sum koronaráðgevingin 😂)

Eg veit ikki, hvussu tú hevði havt tað, men eg haldi, at eg sjálv hevði hugsað um hesa upplivingina sum op ad bakke.

Hetta var ein risa-umstilling hjá teimum. Nakað sum hjá hesum fiskinum. Tey høvdu vant seg við Jesus, tey vóru komin at kenna tey, sum hoyrdu til hansara ríki, og nú hingu tey í leysari luft. Og vit vita, at lærusveinarnir stongdu seg inni. Teir vóru bangnir, onkur ivaðist, og man onkur ikki hava avnokta eisini, at hetta nakrantíð var hent. Kanska klíptu teir seg í armin og hugsaðu, hetta má vera ein dreymur. Tey vistu ikki heilt, hvat fór at koma, sjálvt um Jesus hevði roynt at fortalt teimum tað.

Eg veit ikki, hvussu við tykkum, men eg ivist, hvat hevði verið tað fyrsta, sum eg hevði gjørt. Kanska hevði eg farið at kannað, hvat var hent, um náttina. Eg hevði helst tjekkað fb, tá ið eg vaknaði, um nakað ‘breaking news’ var hent síðan seinast. Hvørgir skurkarnir vóru, sum stóðu vakt osfr.

Mitt meðan tær hanga har í leysari luft, so vóna tær á Harran og brúka sabbatina til at grunda yvir Gud og æra hann.

“men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast.”

‭‭Jesaja‬ ‭40:31‬ ‭FB‬‬

Vit kunnu hava nógv skiftir í okkara lívi, nógvar broytingar og yvirgongdir. Og menniskja er soleiðis innrættað, at tað dámar tær ikki so væl. Okkum dámar ikki at hanga í leysari luft…

Onkur av okkum eru kanska við ein langa fríggjadag í okkara lívi. Tú hevur mist, ella ein kapitull í tínum lívi er, liðugur. 

Broytingar hava altíð eina neutrala zonu! Eina yvirgongd. Og har er lætt at fara í panikk! Summi kalla tað ‘the tunnel of chaos’.


-Hetta er tá man er akkurát liðugur í student, veit ikki havt man skal.

-Hetta er tá ið man skal giftast, og man skal finna útav, at fara frá mammu og babba og halda seg til konu sína.

-Hetta er eisini tá ið man knappliga stendur uttan arb, ella stendur og manglar ein pers. Í lívinum.

Tað er ein kapitull, tað er nakað, sum er liðugt/endað. Og man skal til at fóta sær í tí nýggja sum er fyri framman.

Um vit bara vistu, hvat nýggja byrjanin var, so høvdu vit nokk ikki kempað leygardag. Eg beundri kvinnurnar, at tær kláraðu at halda seg kvirrar.

Um vit vistu, hvørja útbúgving, vit skulu velja, hvar vit skulu búgva, ella hvat tað nýggja er, sum Gud leiðir meg til, so hevði tað verið lættari.

So høvdu lærusveinarnir nokk ikki verið banginir, ivast osfr.

Men…

Sjáldan veit man nýggju byrjanina, tá ið man er í staddur fríggjadegi ella leygardegi.

Men Guds tøgn er ikki frávera!! Hansara tøgn er ikki frávera! Fyri tað, um tú ikki hoyrir hann greitt, so er hann nær!

Og vit fáa náði til broytingar.

“Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!”

‭‭Sálm 27,14

Tað er okay ikki at síggja vegin fram -  søk Jesus!

Tí tín vón er ikki eitt nýtt arbeiðið!

Tín vón er ikki ein kona ella ein maður.

Tín vón er ikki at kenslurnar broytast. Og tú fært tað betur við teg sjálvan.

Tín vón er Jesus! Tí kanst tú hava gott mót!

Og ein dag kemur Jesus at ráða í ævir, og tá verður alt fullkomið!!!

Okkara ultimativa vón er, at vit kenna alla søguna, at Jesus reis uppaftur, at hann kemur aftur, at hann fer at endurreisa ríkið og gera alt fullkomið. At vit koma at liva saman við honum í ævir. Hann er okkara stóra vón! Og tí at hann er okkara stóra vón, so kanst tú bíða við forvæntningi! Tí hann skuffar ikki! Sjálvt tá ið hann doyði, skuffaði hann ikki. Sjálvt tá ið vit ein dag doyggja skuffar hann ikki.

So um tú ert staddur í neutralu sonuni, um alt følist, sum tað hongur í leysari luft. Hav so gott mót! Sunnudagurin kemur! Tað verður ein nýggj byrjan fyri teg, og tú kanst hava gott mót, tí Jesus er tín vón.

“Men vónarinnar Guð fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so at tit mega vera ríkir í vónini við kraft heilaga andans.”

‭‭Róm‬ ‭15,13‬ ‭

Onnur ørindi, sum kunnu vera góð at lesa:

Fil 3,12

Sálm 62,6

Sálm 40,5

Sálm 37,5

Kol 1,27

  1. kor 3,12

Sálm 118,8

Róm 12,1-2

  1. tim 1,7