Hevur tú skund?

”In the rush to return to normal, use this time to consider which parts of normal are worth rushing back to”

Dave Hollis

“Í skundinum at venda aftur til tað vanliga, brúka so tíðina at hugsa um, hvat av tí vanliga er vert at skunda sær aftur til”

Leysliga umsett. JPJ

Vit hava øll fingið ein møguleika í hesi Covid19 tíð, at seta okkara lív á pausu. Hvat er tað vit renna eftir, hvat er tað, ið hevur skund, og hvat kann bíða ella kunnu vit bíða? Tað eru uttan iva nógvir tankar, ið fara ígjøgnum høvdið hjá okkum allarflestu í hesum døgum. 

Vit sum liva í vesturheiminum, hava tey síðstu árini hvat óendaligar møguleikar, tað hava næstan ongar forðingar verið fyri, hvat vit kunnu gera. Men so brádliga, fingu vit boð um, at halda okkum í kvirru og frástøðu. Tað er ikki so lætt hjá einum so sosialum fólki sum føroyingum, men vit hava duga væl, um eg skal siga tað sjálvur, at verið saman - hóast frástøðu. 

Her eru so nakrir spuringar at reflektera yvir í hesi covid19 tíð:

• Hvat er tað eg sakni hesar dagar, og hvør avlýsing var keðilig?

• Hvat sakni eg ikki, og hvør avlýsing passaði mær væl?

• Kann eg umvera nakað av tí, sum eg gangi uppí?

Gev tær stundir at svara, og ver erligur ímóti tær sjálvum. 

Eg skal ikki gera nakran lista fyri tykkum, men tit kunnu fáa tykkum ein kaffi ella te munn, setið tykkum við einum blokki og penni, og skriva niður títt svar uppá hesar spurningarnar.

Tað er gott sum eitt Guds barn at vita, at vit hoyra til eitt ríki, ið ikki verður skakað av covid19. og eingin endi er á tí, og tað er eitt, vit øll kunnu læra, og tað er at søkja Guðs ríki fyrst. Sum vit lesa tað í Matteus 6: 33.

- Jóhan Petur Johannesen