Øðrvísi sunnudagur 6

Hesar páskirnar góvu okkum eitt nýtt forstáilsi fyri, hvat tað merkir at fara inn í eina nýggja árstíð! Ísraelsfólk máttu leggja lívið í Egyptalandið afturum, “på godt og ondt”, kann man siga. Tey skuldu inn í nakað nýtt, eitt nýtt frælsi, lyftislandið.

Vit hava eisini møguleika, at lata tað liggja eftir, sum vit bóru upp á fyri páskir, fyri Korona ella bara í dag ella gjár og taka móti Guds náði til okkum í dag til at fara inn í nakað nýtt. Eina nýggja árstíð, ein nýggjur vegur, eitt nýtt tíðarskeið.

Lat hendan sunnudagin vera ein sunnudagur, har tú hugsar um, hvat skal liggja eftir, tá ið Korona avmarkingarnar eru lidnar. Hvat skal ikki við av gomlum atferðarmysntrum, gomlum mátum at hugsa, inn í tað nýggja.

Til sunnudagin 19. apríl

Lesið: Lukas 5,36-38 og tosið um, hvat hetta kann merkja.

Brótið breyðið: Lesið 2. mós 12,7-14, har fær man eina mynd av, hvussu umráðandi minnismáltíðin er. Og at Ísraelsfólk skulu vera klár at flýggja út úr Egyptalandi á páskum uttan at taka súrdeiggj frá Egyptalandi við sær.

Vælsignið og takkið fyri breyð og saft ella vín. Deilið tað ímillum tykkara. Og verið klár at leggja tað gamla afturum og ikki taka tað við inn í nýggju árstíðina.

Biðið: Takkið Gudi fyri, at hansara blóð verjir okkum frá dómi og eisini er ein vernd fyri okkum, hansara fólk. Biðið fyri, at Gud skal rætta út hondina til undur og tekin. , líka sum tey fyrstu kristnu bóðu um í Áps. 4,30.

Syngið: Syngið allar sangir, sum tit koma í tankar um, nýggjar sum gamlar. Sangurin niðanfyri er júst komin á youtube.

- Hallgerð Akurstein