Skyklappar (at vera trongskygdur)

Nú páskahøgtíðin er liðug, og tú kanska hevur hildið eina høgtíð, ið er eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, so hevur tú kanska hugsað ella reflekterað eitt sindur meira og øðrvísi enn aðrar tíðir.

Tveir spurningar, ið hava malið í mínum høvdi hesa seinastu tíðina eru:

  • Hví mugu vit steðga á so brádliga nú?

  • Var hetta neyðugt? (Fyri at vit fingu hugsað okkum um, og sæð tey veruligu virðini í lívinum)

Hesin bloggurin er ikki ætlaður, at vera um Korona, og vit trúgva heldur ikki, at Korona kemur frá Gudi. Men vit hava ein almáttugan Gud, sum ikki er passivur, men ynskir at venda hesa støðuna, sum allur heimurin er í í dag til nakað gott fyri teg.

Vit sum menniskju eru avmarkaði. Man kundi sagt at tað er eitt mark fyri hvussu skjótt vit kunnu renna, ella tað er eitt mark fyri, hvussu nógvar bóltar vit kunnu hava í luftini í senn.

Eg havi tað soleiðis, at um eg havi nógv at gera, ella føli meg pressaðan við onkrari uppgávu, so fari eg í “skyklappar”. Tað eru klappar, sum man gevur hestum á høvdið, so teir bara síggja beint framm. Eg fokuseri uppá tað sum pressar meg í løtuni, og royni at gloyma alt annað. Fyri at klára tað sum pressar, so má eg raðfesta, og fokusera uppá tað, ið hevur týdning fyri at loysa uppgávuna.

Samfelagshjólini hava malið skjótt nú í longri tíð, og hevur hetta nógv positivt við sær. Tað ger at tað sum heild hevur gingið væl fíggjarliga hjá landi og vinnu. Tað hevur verið sera lítið arbeiðsloysi, og vit hava upplivað uppgangstíðir.

Men hendan seinasta tíðin, hevur eisini sett stórt trýst á okkum sum menniskju. í arbeiðslívinum er nógv ferð, øll eru til arbeiðis, og uppgávurnar eru krevjandi.

Heima er nógv at taka hond í, men tíðin strekkir ikki til, og orkan er uppbrúkt áðrenn allar uppgávurnar eru loystar.

Vit hava “skyklapparnar” á frá morgni til myrkurs.

Kennir tú teg aftur í nøkrum av hesum?

Eg ynski, at hendan tíðin sum vit eru í, kann læra okkum at taka skyklapparnar av, og síggja hvørji ting í okkara lívi skulu raðfestast hægri, og hvørji kunnu raðfestast lægri.

Um tú ynskir at seta Gud sum nummar 1 í tínum lívi, so kanst tú biðja hesa bønina:

Jesus eg ynski at venda um, eg ynski at venda aftur til tín, og siga her eri eg, eg vil seta teg sum nummar 1 í mínum lívi. Hjálp mær at raðfesta, og vegleið meg.

Eg ynski at yvirgeva meg til tín av nýggjum til tín.

Í dag vil eg enda við einari uppmuntring til tín úr Orðtøkunum 3:21-26

Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan,

tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín.

Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti.

Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur.

Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur.

Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur.

-Hendrik Akurstein