Øðrvísi sunnudagur 7

Jesus vitjaði bæði templið, synagoguna og heimini. Jesus gjørdi nógv undur í heimunum, tá ið hann gekk á jørðini. Hann ynskir eisini at vitja títt heim og møta tykkum! Vónandi kunnu tit seta eina løtu av sunnudagin 26. apríl til at vera saman við honum, um hann og við hvør øðrum.

Her eru uppskot til hvat tit kunnu gera:

Lesið: Mark 1,29-34. Ímyndið tykkum í hendingini og hugsið um spenningin, um hvat Jesus man fara at gera næst. Um tit hava børn í familjuni, takið so tekstin á teirra støði.

Biðið: Hjá jødunum er vanligt, at tá ið sabbatin byrjar, so tendrar mamman tendrar ljós og biður eina bøn, tá ið og pápin vælsignar børnini. Vit vilja eggja tykkum at biðja, men eisini at vælsigna hvønn annan. Aronitiska signingin er her:

“Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!”

‭‭4. Mós‬ ‭6:24-26‬

Syngið: Fekk hendan sangin sendandi ein dagin frá einum samkomuni. Hoyrið:


Brótið breyðið: minnist Jesus deyða og offur við at bróta breyðið og býta tað millum tykkum og drekka vínið ella saftina.

-Hallgerð Akurstein