Fyri tveimum vikum síðani koyrdi lívið sína vanligu gongd í Føroyum. Fyri eini viku síðan høvdu vit helst ikki kunna ímynda okkum støðuna í dag. Vit eru so von við at vera í kontroll, og við Corona-virusinum missa vit kontroll. Og at missa kontroll skapar ótta.
Okkara illusión um kontroll er væl og virðiliga avdúkað. Hendan støðan vísir okkum, hvussu lítið vit sum menniskju hava stýr á hóast alt. Og tað kann gera, at óttin krýpur inn á okkum.
Men Bíblian tosar um, at Gud er kærleiki. Og Bíblian tosar um kærleika og ótta sum um tey ikki hoyra saman.
“Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.”
1 Jóh 4:18
Latið okkum ikki verða yvirtikin av ótta, men hava álit á Gud. Hann, sum er kærleiki og vil fylla okkum við kærleika. Hetta álitið loyvir okkum ikki at verða býttislig, men heldur at vera góðir húshaldarar. At liva virðiliga í samfelagnum, at hugsa um næsta okkara og vera biðjandi fyri okkara landi og øllum londum.
Komandi tvær vikurnar verða ongi møti á Soli Deo Gloria. Henda avgerð er tikin við at vísa størri varsemi enn tilráðingarnar hjá landinum eru í dag. Avgerðin er ikki grundað í ótta, men heldur næstakærleika fyri at verja veikar og útsettar borgarar.
Vit hava verið í samband við Kelduna. Samkoman Keldan sendir online ungdómsmøti leygarkvøldið kl.20 og online sunnudagsmøti sunnudagin kl.12. Vit fara at heita á fólk um at hyggja at hesum heima.
Sum dagarnir ganga kemur eisini meir kunning frá okkum. Men um tað skuldi verið onkur, sum hevur tørv á samrøðu, forbøn ella praktiskari hjálp, so eru tit vælkomin at ringja 456514.
Ein slíkan dag sum í dag, so kann man ikki annað enn vera takksamur fyri allar bønir, sum eru bidnar í okkara landi. Í dag, í gjár, men eisini sum okkara forfedrar hava biðið. Lat okkum gera sum tey, sum gingu undan. Tey vistu, at tey høvdu ikki kontroll á øllum, men allíkavæl, so settu tey sítt álit á Gud og vóru eitt biðjandi og syngjandi fólk. Vit vóna fyri samkomuna, at vit koma biðjandi og syngjandi gjøgnum hesar komandi dagarnar.
Lesið eisini 2. Krýn 20 :)
-Hallgerð Akurstein