Tá ið Jesus kallaði sínar lærusveinar, so var tað fyri, at teir kundu fylgja honum og seinni vera somikið líkir honum, at teir kundu taka boðskapin um Guds ríki víðari, tá ið Jesus ikki var her meir.
Tá ið vit verða kallað at verða Jesu lærusveinar, so er tað serliga tvey ting vit verða kallað til. Vit verða kallað inni í samfelag við Gud. Har umvending, syndafyrigeving og frelsa eru. Og so verða vit kallað til at læra av Jesusi. Vit verða kallað at fylgja Jesusi í gerðum og sinnalagi. ( Róm 8,29 og Kol 3)
Men hvørjar “lærugreinar” hevur ein lærusveinur so?
Tær kunnu serliga býtast upp í tvey sløg. Jesus eggjar okkum til at læra tvey sløg av førleikum. Annað slagið hevur við fráhald og hitt við luttøku at gera. Av teimum, sum hava við fráhald at gera kunnu vit nevna føstu og einsemi/kvirru. Vit halda okkum frá øðrum tingum eina tíð, so Gud kann fylla okkara tørv. Luttakandi lærugreinar eru til dømis bøn og lesnaður.
Og tað er umráðandi at gera greitt, at hesar gerðir geva tær ikki pláss í náðini, tær kunnu ikki vinna frelsu. Tað er bara Gud, sum kundi vinna tær frelsu, og tað hevur hann gjørt við Jesu blóði. Men sum Dallas Willard sigur: “God is not opposed to effort but to earning.” Gud er ikki ímóti, at vit gera okkara part fyri at líkjast honum, men hann er ímóti, at vit vilja gera okkum fortjent til náðina. Tað kunnu vit ikki.
Vit kunnu kalla hetta andaligar lærugreinar, tí hetta vóru ting Jesus gjørdi og sum hann eggjar sínar áhoyrarar at gera. Og við at kalla lærusveinar til at fylgja sær, so kallar hann teir at gera sum hann ger.
Í Matteus 6 lesa vit, at Jesus sigur, tá ið tit geva, tá ið tit fasta og tá ið tit biðja. Her eggjar hann tey at luttaka í báðum sløgunum av lærugreinum og vísir á at tær hava løn við sær.
Jesus lesir eisini í skriftini, hann fer til síðis at biðja, hann fer til síðis fyri at hvíla og vera í einsemi. Hann gera øll hesi tingini, sum hann eisini kallar okkum til. Hann kallar okkum at fylgja sær. Hann kallar okkum at líkjast sær, og gjøgnum hesar lærugreinar læra vit tað betur.
Vit vera ongantíð fullkomin, men Gud ynskir at gera sítt verk í okkum. Hann lærir okkum at fylgja og líkjast sær, og tað ger hann gjøgnum, at vit lesa, biðja, fasta, eru kvirr, hvíla osfr.
Eg vælsigni tað, sum Gud ynskir at gera í tær og gjøgnum teg í Jesu navni.
Amen
-Hallgerð Akurstein