Øðrvísi sunnudagur

“Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.”

‭‭Ápostlasøgan‬ ‭2:42‬ ‭

Sunnudagin verður fyrstu ferð, sum eg veit um, at tað ikki ber til at samlast í kirkjum ella samkomum kring landið. Sjálvsagt hava kirkjur og samkomur avlýst fyrr orsakað av veðri, men eg veit ikki um, at kirkjur og samkomur kring alt landið hava lagt ætlanin tvær vikur fram um onki virksemi skal vera. Og hetta er løgið, tí sum ein segði: “Nú tá ið eg endiliga havi tíð at fara í kirkju og møti, nú ber tað ikki til.”

Men tað fantastiska er, at samkoman er ikki bygningurin, vit trúgvandi eru samkoman. Hendan sannleika, sum vit lesa um í Bíbliuni, verður lýstur meistarliga í sálminum: Kirkjan hon er eitt gamalt hús.

“Harrin ei býr í húsum teim,

sum mannahendur her gera,

templini øll um allan heim

kunnu hans dýrd ikki bera;

tó hevur bústað bygt sær her

algóði Guð, sum dýrur er,

reistan av moldum í náði.” (Nr.242 í Sálmabókini)

Og við hesum sannleika í huga, so eru vit líka nógv samkoma í dag og í morgin og komandi tvær vikurnar sum vit vóru seinasta sunnudag.

Her er eitt gylt høvi at savnast heima, saman við familjuni. Tit kunnu hava eina andakt, eina gudstænastu ella hvat tit vilja kalla tað. Tit kunnu tosa um døgurðaborðið sunnudagin, um hvussu Gud hevur verið við tykkum gjøgnun lívið. Hetta er eitt serligt høvi hjá foreldrum at vitna um Guds trúfesti fyri børnunum.

Um tit ynskja at hava eitt lítið møti heima, so kunnu tit t.d. halda tykkum til hendan frymilin:

  • Lesið: ein kapitul, eitt líknilsi, ein sálm og ein kapitul í orðatøkunum, eitt brot úr Barnabíbliuni ella nýggja sáttmálanum, alt eftir hvør aldursbólkurin er. Tosið so um tekstin.

  • Biðið: setið tíð av at biðja. Tit kunnu hava tøgn til at biðja ella tit kunnu avtala at tit biðja ein setning hvør, og so kunnu tit altíð gera eina eyka rundu. Biðið fyri teimum, sum eru rakt av Covid-19 og starvsfólkum í heilsu- og umsorganarstørvum.

  • Syngið: ein sang, sum tit duga við ella uttan undirspæl ella tendrið ein góðan lovsang. Tey smærru børnini hava kanska gott av at sleppa at dansa og syngja við familjuni.

Tit kunnu velja at endurtaka frymilin ella dvølja eyka leingi við eitt punkt. Tit kunnu eisini velja, at gera hetta afturvendandi hvønn sunnudag ella hvønn dag. Serliga hesar dagarnar børnini hava tørv á, at okkurt er regluligt, nú allur gerandisdagurin er so nógv broyttur.

Og hyggja vit aftur at sálminum, ørindi 3 og 4, so verður tað lýst so væl, hvussu okkara stóri og góði Gud møtir okkum, tá ið vit koma saman:

“Í húsi Guðs og kirkju nú

vit eru livandi steinar,

sum undir krossmerki skírn og trú

í Harrans miskunn sameinar;

um vit her hesum foldum á

bert vóru tvey, tó okkum hjá

Harrin var við sínum veldi.

Hvar so um alla heimsins grund

frelsarans navn vit á heita,

sjálvur hann kemur har á fund,

vil okkum sælan frið veita,

Andans og lívsins orð hans blíð

nær eru okkum hvørja tíð,

sálina ugga og lívga.”

Hetta verður helst ein øðrvísi sunnudagur, men havið tað stuttligt og gott saman og latið Guds orð og kærleika fylla heimið. Og sjálvt um tit halda tykkum kunnaði um støðuna, so er ikki neyðugt at brúka alla tíðina á netinum.

“Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.»”

‭‭Evangeliið eftir Matteus‬ ‭18:20‬ ‭

Við hesum ynskja vit tykkum góðan sunnudag! Vit hoyrast gjøgnum vikuna.

Og sum áður lýst, so hevur Keldan online møti sunnudagin kl.12.

-Hallgerð Akurstein