Góðan 2. sunnudag í advent
Góði Jesus
Eins og advent merkir koma, hjálp okkum so í dag at fyrireika okkum til tína komu.
Amen
Nógv kenna kanska tey orðini, sum hesin bloggur eru bygdur á úr Lukas 2.
“Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal...” Og so fer Lukas víðari at plasera hesar hendingar í tíð.
Sindur sum tá ið vit vóru í Kenya fyri skjótt 12 árum síðani, og vit vóru úti í bushini vestur móti Uganda. Og onkur spurdi, hvussu gomul ein genta var.
Gomul? Hvat vit meintu við?
Hon var fødd tað árið, kúgvin kom til bygdina. Onki árstal. Men hendingar verða plaseraðar millum aðrar hendingar. Tað er tað, sum hendir fyrst í Lukas 2.
Men hvat var tað so fyri tíð, sum Gud valdi, at Jesus skuldi vera føddur í?
Rómaverjaríkið var eitt, stórt, stolt ríki, eitt harðrent ríki, eitt ríki, har ongin annar var Gud enn Cesar.
Hvat halda vit so um okkara tíð?
2020 var ikki ordiliga sum vænta. Og fyrisitingar, sjúkhús og politikarar eru undir trýsti, og nógv fólk eru ónøgd. Og onnur halda verðin er ónd.
Men sannleikin er helst tann, at samanborið við tíðina, sum Jesus var føddur inn í, so er tað “peanuts”.
“Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem,”
Nú komi eg kanska at oyðileggja romantisku myndina, sum nógv hava av ferðini til Betlehem. Hetta var ein ferð upp á 144 km. Og Maria og Jósef vóru til gongu og høvdu helst ein asna. Tað longsta man veit, fólk ferðaðust um døgnið, tá ið tíðini, var 32 km um dagin. Men í teimum umstøðum, sum Maria og Jósef vóru í, og um vit taka hædd fyri, at tað var vetur, so var ferðin helst nærri 16km um dagin. So ferðin hevur tikið minst eina viku.
Fyrst skuldu tey framvið Jordan ánni, sum tá var skógarøki við bjarnum og leyvum. Fornfrøðingar hava funnið skelti í økinum, har ávarað verður móti bjarnum og leyvum og ránsmonnum í skóginum.
Eftir tað skuldu tey niðan úr Judeaoyðimørkini. Tað var vetur og veðrið var helst regn og nøkur hitastig um dagin og frost um náttina.
Tað er ein long mótbrekka, og í øllum regninum var helst ongin vegur, men meira ein rás, har ríður oman, sum tey ganga. Alt hetta meðan tey er tungt ílatin og hava ein einstáttaðan matpakka við, sum helst hevur verið vatn og breyð og nakað av olju.
Og so halda vit, at vit hava eitt strævið lív. Og onkur, sum lesur hetta, hevur havt eina strævna tíð seinastu tíðina. Eingin ivi.
“Men hvat er eitt lív við ongum stríði? Sum ein máni uttan ljós.” Handan steofan er so talandi, og eg hugsi ofta um hana. Eg skrivi hetta, meðan eg krympi tær, tí hvør tímir stríð? Ongin!
Menniskja er ikki skapt til at liva í einum falnum heimi. Menniskja er skapt til at liva saman við Gudi í Eden. Men av tí, at heimurin er fallin, so sleppur ongin undan. Lívið er lívið, og tað hendir fyri okkum øll.
So um vit máta 2020 í njótilsi og behagiligheit, so er tað katastrofalt!
Men kanska skal tað mátast eftir relatiónum. Hvussu títt forhold til Gud er búnað, hvussu títt forhold til familjuna er styrknað, hvussu tín kærleiki til børnini og tey veiku er heitari enn nakrantíð.
So kann 2020 bera nakað gott mitt í øllum kaosinum.
“tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn.”
Jósef hevði nógva familju í Betlehem. Tey vitja aftur á røturnar. Hann hevur heilt sikkurt verið inni hjá fólki í Bethlehem fyrr, so hann visti, hvar hann skuldi fara. Og Jósef var av Dávids ætt. Dávid var besti kongur í Ísrael nakrantíð, so tað hevur verið við tungum hjarta, at fólk hava sagt Jósefi, eftirkomara Dávids, at kømurini hava verið full. Tað var faktisk ein skomm fyri vertirnar.
“Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.”
Soleiðis reikaðu Jósef og Maria runt og leitaðu eftir einum plássi til Jesus.
Og tað endaði við, at Maria átti Jesus í fjósinum. Legg til merkis, at teksturin nevnir ikki fjós, men eina krubbu, og at tað ikki var pláss í tilhaldsstaðnum. Tað, sum eg havi lisið um hetta seinastu árini hevur sagt mær, at tilhaldsstaðið helst hevur verið eitt eyka kamar, sum man ofta hevði til ferðandi(minnir mest um airBnB 😂), fær meg at samanbera hetta mest við eitt fjós í gomlum føroyskum húsunum. Eitt rúm beint við roykstovuna, har húsdjórini vóru. Ein asni, kanska nakrir seyðir og ein kúgv.
Men hvussu er okkara advent? Hvussu fyreika vit okkum til Jesu komu? Er tað pláss í okkara lívi og gerandisdegi fyri honum og fyri at møta honum.
Símun av Skarði skrivar í mínum yndisjólasálmi:
“…so fjakkar Jesus enn á jørð
við sínum jólagávum.”
4. Ei brim við strond, ei ísur í skor
kann Jesusi forða vegin;
hann stígur inn for fátæks mans borð,
har lítil er jólagleðin.
5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,
blíð orð hann við gomul talar,
hann klappar bleiku barnakinn,
av himni tá gleðin dalar.
6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,
vár Jesus teg aldri gloymir,
og jólaboðið grøða kann
ta sótt, tú í barmi goymir.
Ella sum Jonathan McReynolds syngur í
Make room
So I will make room for You
I will prepare for two
So You don't feel that You
Can't live here, please live in me
I find space for what I treasure
And I make time for what I want
I choose my priorities and
Jesus, You're my number one
Yes Jesus, You're my number one
So óansæð, hvussu 2020 hevur verið fyri teg, so vóni eg, at tú fært gjørt pláss, og hevur rúm fyri Jesusi hesa adventstíð. Men ikki bara í advent, men gevur honum meir og meir pláss frá í dag av...
Jesus kom inn
Jesus kom inn
Kom inn í mítt hjarta Jesus
Kom inn í dag, koyr synd av stað. Kom inn í mítt hjarta Jesus.