Eg fór út í morgun og tað sló meg, at tað er myrkt, tá ið eg fari til arbeiðis, og skjótt er tað myrkt, tá ið eg komi heim.
Ræðist tú myrkrið? Bert tú ótta fyri einum myrkum, tungum vetri? Hevur tú børn, sum ræðast myrkrið?
Sum vit ganga myrku tíðini í møti, so trúgvi eg, at Guds orð hevur sannleika og lív at tala til okkum. Guds orð kann kasta ljós á, hvat er best fyri okkum. Gud kennir okkum, og tí veit hann eisini, hvat er best fyri okkum upp á allar mátar.
Hann er faðir ljósanna:
“Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi.”
Ják 1,17
Hann biður okkum:
“Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.”
1. Jóh 1,7
Og í eini tíð har tað eru ring tíðindi, nógv myrkur, og Netflix roynir at kasta ljós á myrkursins kreftir við tí nýggjasta Halloween filminum. So er Guds orð greitt. Vit eiga ikki at savna okkum um myrkrið ella fylla okkum við óhugna, men:
“Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga!”
Fil 4,8
Hvussu er tað við tínum lívi? Hvat letur tú vera fokus? Hvørjum fyllir tú teg við? Skal Halloween og óhugni seta tónan heima hjá tær?
Latið okkum vera sera umhugsin og varin við, hvat vit fylla okkum við, hvat okkara børn og ungu hugsavna seg um. Tí børn og ung eru serliga sárbar og hava havt nógvar avbjóðingar longu í ár. Latið okkum fylla okkara heim við tí góða. Tí at versið eftir versið omanfyri tosar eisini um úrslitið av at hugsa og savna seg um tað góða:
“... Gud friðarins skal vera við tykkum.” Fil 4,9
-Hallgerð Akurstein
(Mynd: Hanna Klein Poulsen)