Dámar tær væl at brúka tíni skapandi evni? Hevur tú hug at læra okkurt nýtt innanfyri list?
Neil Tye kemur til Føroyar at hava eitt skeið í list, og tú ert vælkomin. Neil Tye er fyrrverandi dramalærari á eftirskúlanum Euroclass, og hann er ein sera dugnaligur listamaður.
Skeiði er í tríggjar dagar:
Mánadagin 5. okt. kl. 16-18
Mikudagin 7. okt. kl. 16-18
Leygardagin 10. okt. kl. 10-16
Skeiðið verður á Soli Deo Gloria í Klaksvík, og tað kostar 100 kr. Um tú ynskir at tilmelda teg, kanst tú skriva eini boð til okkum (Soli Deo Gloria, Klaksvík) á messenger. Tú tilmeldar teg ikki til ein dag, men til allar, og kostnaðurin er 100 kr tilsamans.
Tað er onki aldursmark sett fyri at luttaka á skeiðinum, men tað er umráðandi, at tú skilir enskt. Og tað hevur eisini týdning, at tú ert opin fyri, at ung fólk eisini vera við á skeiðinum.
Tú ert vælkomin at taka lørift, penslar og annað við heimanífrá, men tað er ikki eitt krav. Annars kanst tú taka gamlar ávísir og ymisk bløð við, um tú eigur nøkur liggjandi heima. Tey skulu vit brúka.
Vit eru sera spent uppá eitt spennandi og læruríkt skeið í list!
Hjartaliga vælkomin!
Skunda tær at melda til!