Vit bera øll upp á viðføri, sum vit hava fingið í ryggsekkin gjøgnum lívið. Innihaldið kann vera bæði tilvitað og ótilvitað. Onkuntíð vita vit, hvaðani tað stavar, onkuntíð ikki.
Til tíðir kann hetta viðførið verða so mikið tyngjandi, at tað er sum við ullini hjá seyðinum, hon má av! Sum eg havi skrivað um áður her.
Nógv eru kanska uppvaksin við: tú burdi... tú burdi... Og liva kanska við skuldarkensluni av tí, sum tey hava gjørt ella ikki hava gjørt.
Hjá øðrum er tað kanska meir sum hjá hinum, sum segði: “Tað er ikki fjallið, sum brýtur mannin, men steinurin í skógvum hans.”
Tey smáu tigini, tey sum eru torfør at seta orð á, skuldarkenslan, kann pína meir enn stórar vanlukkur.
Hevur tú eitt familjulív, sum er so mikið trupult ella krevur so mikið nógv í løtuni, at tað ávirkar arbeiðslívið? Ella hevur tú eitt arbeiðslív, sum er blivið ein hóttan móti familjulívinum?
Hesi bæði kunnu benda á, at okkurt má gerast. Kanska tú mást taka eitt prát við leiðaran, skiparan ella stjóran. Ella tú burdi skotið upp fyri konuni, at tit mugu taka eitt prát við ein parterapeut ella familjuráðgeva.
Óansæð hvat tað er, sum tyngir, so ynskir Harrin at hjálpa tær.
“Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi! Allar ævir hann ikki vil loyva, at rættvísur fótfesti missir!” Sálmarnir 55,23
Men Gud brúkar eisini menniskju. So um tú hevur tørv á lækna, sálarfrøðingi, avvenjing ella onkrum øðrum, so søk tær hjálp á rætta stað!
Lívið er lívið, og tað hendir fyri okkum øll!
Set eina løtu av í dag at kasta byrðuna á Jesus!
Og ver síðan still ella stillur og uppliv, hvussu hann tekur sær av byrðuni ella ullini, um tær dámar at brúka ta myndina. Lurta eisini eftir, hvar hann leiðir teg at leita tær hjálp.
Les eisini bloggin um einsemi her.