Tá ið eg lesi 2. kor 10,13-15, har Paulus peikar á, at teir bert vilja arbeiða innanfyri tað markið, sum Gud hevur sett. So slær tað meg. Skal eg ikki gera alt og vera alt? Eru mørk, sum Gud hevur sett fyri, hvat eg skal og hvat er mítt øki?
Paulus nemur við somu hugsan, tá ið hann í Áps 17,26 sigur:
“Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði - til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,”
Tað eru ávísar ætlanir frá Gudi til ávís fólk til ávísar tíðir.
Í Gamla Testamenti lesa vit um ættina isakarittar:
1. Krøn. 12:32
av Issakaritum menn, ið dugdu at skyna á tíðunum, so teir vitstu, hvat Ísrael átti at gera, 200 høvdingar; allir ættarfrændur teirra gjørdu, sum teir søgdu;
Mín bøn er, at vit eru fólk, ið skilja tíðina, sum vit liva í og ikki bara tað, men somuleiðis vita, hvat vit eiga at gera.
So nú vit eru á veg úr 2020 og inn í 2021. Hvat við at søkja Gud hin almáttuga? Hann, sum er harri yvir tíðini. So hann kann siga okkum, hvørji tíð vit eru í, so vit vita, hvat vit eiga at gera.
Einaferð lærdi ein trúboðari meg, at hon hvørt ár søkti Gud um eitt orð til vegleiðing fyri komandi árið! Og hvussu hetta orðið bleiv hennara rættisnórur fyri árið. Viðhvørt var tað frammaliga í tilvitskuni, aðrar tíðir gloymdi hon tað næstan, men stóð hon so brádliga í eini løgnari støðu og hevði tørv á vegleiðing, ja so var orðið til ugga og vegleiðing.
Talan var sjálvandi um orð, sum ein fullkomin, himmalskur pápi kann siga við sítt barn. Nøkur dømi eru: trúgv, náði, vøkstur, hvíld osfr.
Hvat við at brúka restina av árinum og fyrsta dagin komandi ár at søkja Gud um eitt orð, sum hann ynskir skal vera tín rættisnórur komandi ár, 2021?