Føstu-andakt 21. februar - Ingeborg Poulsen

Vit eru nú komin áleiðis inn í føstuna!
Sálmur 100. snýr seg um, hvussu vit kunnu trína inn í Guds nærveru við takksemi, gleði og bøn í okkara hjarta.

Hevur tú tað kanska so, at tær kroppsligu avbjóðingarnar ella tær byrðar tú leggur til Gud í bøn, fylla nógv hesar dagar?

Brúka so dagin í dag, til at verða glaður í Harrans nærveru.
Skriv niður ting, sum gera teg glaðan í dag.
Syng lovsang til Gud.
Bið Gud fylla teg við longsli eftir at søkja hann enn meira, og tú fært at sýggja, at Gud hevur so nógv at geva okkum.

Sálmur 100
Sálmur. Við takkofrinum. 
1.Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!
2.Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!
3.Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.
4.Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!
5.Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.

Havi ein góðan dag í jesu navn 😃
Amen