Føstu-andakt 20. februar - Aðalstein Dalsgaard

Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.
Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.
Jóh. 13, 14-15

Okkara Frelsari boyggir Seg niður og hyggur at myrkursins gerningum í okkara lívi, og í staðin fyri at flýggja ræðslusligin frá okkum, so rættir Hann seg ímóti okkum í kærleika og sigur: 
"Eg kann tváa teg reinan, um tú ynskir tað" Og úr ílatinum sum er fult av náði, tekur Hann upp í hendurnar av miskunn og tváar syndina í okkara lívi burtur.
Hettar er ikki tað einasta, Hann ger. Av tí at Hann livir í okkum, so er tað møguligt hjá tær og mær at gera tað sama. 
Av tí at Hann hevur fyrigivið tær og mær, er tað møguligt hjá okkum at fyrigeva ørðum. 
Av tí at Hann hevur eitt fyrigevandi hjarta, so kunnu tú og eg hava eitt fyrigevandi hjarta. 
Vit kunnu øll hava eitt hjarta sum Hansara.
Jesus bjóðar tær og mær treytaleysa náði, somuleiðis eiga vit at bjóða ørðum, treytaleysa náði.

Harrin vælsigni og varðveiti okkum í Jesu Navn.