Føstu-andakt 22. februar - Veronika Petersen

Filippibr. 4,4 
Gleðist í HARRANUM, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!

Onkuntíð er tað sera trupult at gleðast, og aðrar tíðir er tað lætt at gleðast. 
Vit menniskju liva í einum heimi, ið er broytiligur. Tað, sum var fyrr er ikki longur, og tað, sum er nú verður ikki framyvir. Hetta eru umstøður, ið vit menniskju onki fáa gjørt við, men hesar umstøður ávirka okkara kenslulív, og kunnu fáa okkum at gleðast ella at gerast kedd, ja - enntá at geva upp.

Í einum broytiligum heimi, er tað sera gott at hava sett sítt álit á Hann, íð er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir – Hebr. 13, 1

Niðurlagið í sanginum “Trúðfastur á míni ferð” eftir Olvheðin Jacobsen, lýsir væl, hví vit skulu gleðast í Harranum.

Tú reisir meg aftur, tá eg gevi upp,
trýrt á tað besta í mær.
Umstøður broytiast, men Tú broytist ei
Trúfastur á míni ferð
Tú ert trúfastur á míni ferð

Hann er eitt fast akker, ið vit trygt kunnu líta á, tá alt broytist umkring okkum. Eisini hevur Hann, umsorgan fyri okkum, tá vit geva upp og gevur okkum styrki.

Gleðin í Harranum er styrkið tykkara! 
Neh 8, 10b

Latið okkum gleðast í HONUM og vera STERK