Vit vita frá evangelistunum, at Jesus doyði á einum krossi á Golgata í Jerusalem. Teir siga okkum eisini, at Jesus bað brot úr sálmunum á krossinum.
Sálmarnir eru tann størsta bókin í Bíbliuni. Hon er ein samling av sálmum, sum helst er sett saman til eina sálmabók undir 2. tempultíðini. Og teir hava verið nýttir hjá fólkum yvir langa tíð at biðja og allarmest syngja til Gud í gleði og sorg, og tí eru Sálmarnir sum ein góð bønarbók.
Í trongd hava Sálmarnir góðar bønir. Har eru lovprísanir, hjartabønir, gremjan og klaga og tilbiðjan.
Helst millum mest kendu brotini, sum Jesus siterar á krossinum er Sálmur 22,1-2: “… Guð mín, Guð mín, hví ert tú farin frá mær? …”
Og hetta er ofta útlagt, at har á krossinum vendi Faðirin hon bakið, fór frá honum. Men er tað tað, sum hendir á krossinum?
Tá Jesus hongur har í allari síni trongd og við allari heimsins synd, verður trýeindin tá brotin?
Ella hvat meinti Jesus við hasi orðini?
Jesus varð 100% Gud men eisini 100% menniskja. Og tí er nokk einki at ivast í, at tað var júst tað, sum Jesus føldi á krossinum. Hann føldi tað sum um Gud var farin frá honum. Hann upplivdi sum um, Faðirin var langt burturi. Og tí fer hann til bønarbókina og biður bønir, sum hann hevur lært og sum lýsa hansar støðu: “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær?”
Áðrenn sálmarnir fingu tøl, vóru teir nevndir eftir fyrstu reglu í sálminum. Man kann tí rokna við, at tá ið Jesus byrjar at sitera sálm 22, so duga fariseararnir, teir skriftlærdu og kanska stórur partur av fólkinum sálmin uttanat. Og nú eru teir kanska í ferð við at sitera sálmin innantanna. Tí hetta er ein sjáldsamur dagur, Jesus er ikki ordiliga sum hini. Og tá ið teir koma til 17. ørindi, so lesa vit:
“Tí hundar um meg tyrpast, flokkur av níðingum er rundan um meg. Teir hava stungið meg gjøgnum hendur og føtur. Eg kann telja øll míni bein, teir hyggja at, fegnir teir líta hará. Teir skifta míni klæði sín ámillum, um kyrtil mín kasta teir lut. Men tú, Harri, statt ikki langt burtur! Styrki mín, skunda tær mær til hjálpar! Sál míni bjarga frá svørði, mínum einasta úr hundavaldi! Frels meg undan ljóndjóra kjafti, mínum arminga undan villoksa hornum.” Sálmarnir 22,17-22
Langa fríggjadag byrjar kanska at ganga upp fyri teimum, hvat teir hava gjørt! Teir hava krossfest Messias!
Men hvat er tað, sum hendir. Jesus doyr, hann verður lagdur í grøvina, og lærusveinarnir ganga helst og hugsa: Man Gud vera farin frá honum? Man Gud hava vent honum og okkum bakið?
Men Páskadagur vísir júst tað mótsatta, Gud var ikki farin frá honum hesar páskirnar, har hann framdi hesa lýdnishandling móti Faðirinum og gav seg fullkomiliga yvir til hansara vilja.
Tíbetur!! Páskadag rísur Jesus upp frá deyðum, Gud vísir, at hann er Immanuel, Gud við okkum! Hann kom sterkt aftur. Og sum Sálmur 22 heldur fram:
“Eg vil boða títt navn fyri brøðrum mínum; á mannafundi vil eg tær lova. Lovið honum, tit, ið óttast Harran! Æra hann øll Jákups ætt, hav fyri honum ótta øll Ísraels ætt! Tí ikki hevur hann vanvirt og ikki varnast fyri armingans neyð, og ikki fjalt andlit sítt fyri honum; men hoyrt, tá ið hann rópaði á hann. Frá tær mín lovsangur kemur á miklum mannafundi; míni heitorð eg haldi fyri eygum teirra, ið hann óttast. Eymir skulu eta og verða mettir. Teir, ið søkja Harran, skulu honum lova, teirra hjørtu eiga lív allar ævir.” Sálmarnir 22,23-27
(Tí Hann vanvirdi ikki og skýggjaði ikki armóð hins arma, fjaldi ikki andlitið fyri Honum, men hoyrdi, táið Hann rópti til Hansara. Sálm 22,25 VD)
Hvat síggja vit, at Jesus ger í síni svárastu neyð? Hvat kunnu vit læra av, hvussu hann var menniskja, og hvussu hann taklaði sorg og pínu? Hvat er tað Jesus ger, tá ið hann Langa fríggjadag hongur á krossinum? Í allari pínuni, sorgini og neyðini, so byrjar hann at sitera ein av hesum sorgarsálmunum í Sálmabókini í Bíbliuni. “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær?”
Tí skilir Jesus teg, um tú upplivir júst hetta, at Gud er langt burtur. Og hann tolir, at tú spyrt hann, hví hann er so langt burturi, og um hann hevur vent tær bakið. Hann er nemliga ikki langt burturi, hann er hjá tær, um tú følir hann ella ikki!
Men vit vita frá evangeliiunum, at tað steðgar ikki har. Jesus ger størsta comeback, sum heimurin hevur kent til! Tá øll vón er úti, kemur Jesus sterkt aftur! Sum sigursharrin! Kongur konganna og Harri harrana. So vit kunnu verða fræls!
Síðsta orðið var ikki sagt í Jesu lívi langa fríggjadag. Síðsta orðið heldur ikki sagt í tíni støðu. Jesus fjalir ikki andlit sítt fyri tær, men hann hoyrir, tá ið tú rópar! Og hann er hjá tær og mentur at gera uppreisnina til veruleika fyri teg 😊