Sálmur 131 - ein pílagrímssálmur (Týddur úr Message)
Gud, eg royni ikki at ráða á vaglinum, eg vil ikki vera kongur á fjallinum. Eg havi ikki blandað meg í viðurskifti, eg onki havi við at gera ella reypað um stórar ætlanir. Eg havi havt bæði beinini á jørðini. Eg havi gjørt hjartað stilt.
Sum avvant barn hjá mammu síni, so er sál mín hjá tær, Gud!
Ísrael, bíða eftir Harranum. Bíða við vón: nú og altíð!
Verði eg avvand? Verða eg og tú avvand? Er tíðin komin, at vit búnast, mennast, duga at finna okkara egnu føði?
Leiki eg í og havi allar møguligar avbjóðingar innaní, tí eg verði avvand?
Tá ið eg havi vant synirnar av, so havi eg onkuntíð verið noydd at skapt frástøðu, og ikki altíð møtt tí tørvi, sum dreingirnir hava havt júst tá, upp á júst tann mátan, sum teir ynsktu, men á ein annan hátt. T.d. Við at pápi teirra gav teimum av koppi ella fløsku.
Men tá ið teir hava verið avvandir, so er onki betur enn at sita við teimum í favninum. Tað er bara nógv betur enn áðrenn. Tí nú eru vit saman og njóta løtuna saman, sonn nærvera.
Nú sita vit ikki her í ammistólinum, tí hann er svangur, og eg má fáa hann mettan. Hann situr ikki her og leikar í fyri at finna eina loysn á síni svongd. Eg skal ikki longur brúkast sum loysnin upp á ein trupulleika, sjálvt um eg kann tað.
Hvussu ofta man Gud føla tað sum ein mamma?
Hvussu ofta komi eg til hansara fyri at fáa eina loysn, sløkkja ein tosta, lyfta blusuna upp og paniskt leita eftir ugga? Og hann ger tað fegin, hann hevur umsorgan fyri, at eg eri mett og ikki tysti. Men man hann onkuntíð leingjast eftir, at eg verði vaksin? At eg komi til hansara fyri at vera saman við honum. Fyri at sita í hansara favni og tosa við hann? Njóta nærveruna, práta, heldur enn at loysa ein trupulleika ella metta ein tørv.
Her eri eg Gud. Nú seti eg meg hjá tær. Eg njóti tað bara.
Tú kanst byrja samrøðuna, um tú vilt!
p.s. hevur tú hoyrt talurnar um pílagrímssálmarnar?
tær eru at finn undir talur: 13. mars 2022 og 20. mars 2022.