So møtast vit aftur!

“Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar.”

‭‭Áps ‭2,42‬

Føroyingar hava verið ógvuliga røsk at hildið fast við bønina og læruna í hesum Koronatíðum. Gjøgnum miðlarnar hevur eisini verið møguligt at hildið samband. Men eitt, sum verður nevnt í hesum ørindinum, sum ikki ordiliga hevur verið møguligt á sama hátt sum áður, tað er samfelag teirra heilagu. Tað ljóðar kanska háfloygt, men talan er um tað, sum uppstendur, tá ið tey trúgvandi koma saman.

Hetta samfelagið, har tað altíð er pláss fyri einum afturat. Og øll eiga ein sess við borðið.

10. mai vilja vit fegin geva møguleika fyri hesum. Men sum vit øll helst hava merkt, so er heimurin broyttur, vit og okkara egna tankagongd er helst eisini broytt, so vit hava eisini gjørt onkrar broytingar viðvíkjandi, hvussu vit møtast aftur.

Vit koma at gera tað soleiðis, at tað vera tvey møtir hvønn sunnudag, eitt kl.16 og eitt kl.18. Hesi møtini vera eins. Einasti munur á teimum er, at SDG-børn verður bert til fyrra møtið. Tað merkir, at øll ikki koma at møtast í senn, sum onkur kanska hevði vónað. Men hetta gevur møguleikan at møtast og verður eisini gjørt við tí fyri eyga, at tað skal vera pláss fyri fleiri enn teimum, sum vanliga koma. Tvs. við at hava sama møti tvær ferðir, so kunnu vit gerast fleiri tilsamans.

Tá ið tit koma á møti, so standa eitt sindur færri stólar enn vanligt uppi. Tað er gjørt fyri, at tað skal vera longri millum stólarnar. Húski kunnu seta seg saman, og soleiðis gera pláss fyri, at onnur kunnu sita við frástøðu.

Tað verður onki kaffi í samband við møtini fyribils, heldur ikki nátturði. Og breyðbrótingina hava vit heima í eina tíð afturat.

So verið hjartaliga vælkomin á møti sunnudagin kl.16 ella 18. Vit fara at lovsyngja saman og Hallgerð talar. Vit eru serliga spent til aftur at uppliva sangin, tá ið vit syngja saman og ikki hvør sær :)

“There is room at the table, there is food, fill up your plate. Take a seat like a noble, Welcome in, you’re not too late!”

Vælkomin

Tað er pláss fyri tær! :)