Bønin heldur fram - nú eisini saman

Meðan vit hava verið hvør sær, hevur bønin havt stóran týdning, har vit hava biðið fyri landi og fólki. Vit hava sæð Gud svarað okkara bønum bæði sum land, men eisini fyri einstaklingar. Og tað gevur okkum enn meir áræði at biðja til Gud í himlinum, sum hevur umsorgan fyri okkum.

Sunnudag liggur bønarmøtið kl. 17.15, soleiðis at óansæð um tú kemur til fyrra ella seinna møtið, so hevur tú møguleika at koma til bønarmøtið, annaðhvørt áðrenn ella aftaná. Bønarmøtini vera hildin í matsalinum. Kom og ver við at biðja saman.