Er tað løgið? Virkar tað heilt skeivt at halda frástøðu, at ikki viltja vinir, familju og kanska serliga foreldur og ommur og abbar?
Eg havi havt mínar egnu avbjóðingar við at venja meg við henda nýggja veruleikan. Tað var ein sorg fyri meg at muga leggja sosialar felagskapir til síðis. Hevði tú tað á sama hátt? Tað er ikki løgið!
Menniskja er skapt til felagskap. Les, hvussu tað verður lýst, tá ið menniskjuni í upphavi vórðu skapað.
1. Mós. 1:26-27
So segði Gud: "Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða."
So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Gud er tríggir í einum, sum liva í fullkomnum samljóði hvør við annan, einum felagsakpi. Og hesin sanni, trýeinigi Gud ynskti at skapa menniskju í teirra mynd. Menniskja, sum skuldi hava samfelag við Gud og hvønn annan. Gud fer enntá so langt sum at siga, at tað er ikki gott, at maðurin livir einsamallur. Hann ger honum ein vin, ein felaga, ein at fylgjast saman við.
Hetta er tað, sum vit eru skapt til, tí er tað ikki løgið, at vit verða kedd, at vit í okkara innara hava trupult við at góðtaka hesa fjarstøðuna. Vit eru ikki skapt til fjarstøðu. Hvørki við Gud ella hvønn annan. Hetta er ein sannleiki, sum vit kanska ikki hugsa um men liva við hvønn dag.
Men beint nú skulu vit basa eini smittu við at halda fjarstøðu, og tað mugu vit, tí annars fær hendan smittan, sum fer inn og niðurbrýtur likamið fatur í okkum øllum. Og nattúran á smittuni vísir ógvuliga væl, at hon er partur av einum falnum heimi, at hon útgongur frá syndafallinum. Tí hon er oyðileggjandi bæði so og so. Hon niðurbrýtur Guds skaparverk, og hon skapar skilnað.
Ef 2,13 NS
“Áður vóru tit langt burturi, men nú eru tit komin nær við blóði Krists.” Sigur Paulus við samkomuna í Efesus og fer víðari í brævinum og forklárar, hvussu múrurin, sum gjørdi skilnað, er brotin niður við Jesusi, soleiðis at bæði heidningar og jødar fáa frið gjøgnum Jesus.
Ef 2,18 NS
Í Kristi hava báðir partar í felag fingið atgongd til Pápa okkara.
Meðan vit so hvør í sínum lag halda frástøðu, sum er sera umráðandi, so er ein, sum ikki er langt burtur. Hann hevur tikið burtur tað fjarstøðu, sum var millum menniskja og Gud. Hann eitur Jesus, og hann hevur tú ein serligan møguleika at søkja í hesum døgum. Meðan felagskapurin við onnur menniskju er avmarkaður, so kanst tú brúka eyka tíð og orku til felagskapin við hann. At vera saman við honun, at biðja, lesa og vera.
Komið vit og gerið brúk av møguleikanum, sum Jesus hevur givið okkum. Komið og gerið tað, sum vit eru skapt til: felagskap við faðirin.
- Hallgerð Akurstein