Øðrvísi sunnudagur 2

Nú halgidagurin nærkast aftur vilja vit enn einaferð eggja tykkum til at taka trúarlívið inn í heimið. Kirkjan og samkoman er ofta eitt stað, sum vit forbinda við ein bygning, men samkoman eru vit. Og har vit møtast, tvey ella trý, har er Jesus saman við okkum. Les meir um tað í blogginum “Øðrvísi sunnudagur”.

Og sum vit vístu í blogginum "SDG-heima", so er kristna lívið eitt lív, sum eigur at verða livað hvønn dag. Tað er ikki eitt sunnudagsting, og tað er heldur ikki ein privatsøk.

Tí vilja vit fegin sum sunnudagurin nærkast, geva tær nakað av íblástri til sunnudagin.

Vit fara eggja tær til at møtast heima, børn sum vaksin at lesa, biðja, syngja og bróta breyðið saman. Tað kann vera sindur trupult knappliga at skulu gera tað, sum ein prestur, elsti ella onkur annar í samkomuni plagar at gera. Og tey flestu uppliva tað helst eisini avbjóðandiat gerandisdagurin er so nógv broyttur og vit skula vera heima og so nógv saman við húsfólkunum og ongum øðrum hesar dagarnar. Tað er ikki bara lætt og stuttligt, tí nógvar kenslur koma fram í eini slíkari umstilling. Men vit halda, at tíðin er komin, at vit (serliga foreldur) taka okkara gudsforhold í álvara og leiða okkara húski inn í tað.

Fyri at gera tað sindur lættari, so hava vit eitt uppskot til, hvussu tit kunnu gera.

Lesið: ein ella fleiri tykkara kunnu skiftast um at lesa t.d. Jóh 15. Steðgið gjarna á og spyrjið hvønn annan, hvat tað merkir, sum stendur skrivað.

Tosið um tekstin, t.d. hvussu Gud faðir verður lýstur, hvussu Gud sonur(Jesus) verður lýstur og hvussu Gud heilagi andi verður lýstur. Hvat sigur tað um okkara trýeinda Gud? Hvør er okkara uppgáva út frá tekstinum? Hvussu kann hesin teksturin ávirka okkum?

Biðið: Vit hava givið ymisk uppskot til, hvussu tit kunnu biðja í fyrra blogginum, men tit kunnu eisini biðja eina bøn til Guds fyri tykkara egna heimi, fyri bygdini/býnum tit búgva í, fyri Føroyalandi og øllum heiminum, sum øll eru í eini serligari støðu av Koronasóttini. Biðið eisini fyri teimum, sum eru til arbeiðis millum sjúk, veik og gomul hesar dagarnar.

Um tit hava børn kunnu tit gera eitt bønarhús, líkasum vit lærdu frá sunnudagsskúlanum í Ebenezer seinasta sunnudag.

Syngið: syngið ein sunnudagsskúlasang, ein lovsang ella ein sálm alt eftir hvat tit duga. Ella gevið tannáringinum í húsinum møguleikan at finna ein sang á youtube, sum tit kunnu brúka.

Brótið breyðið saman: hetta krevur kanska eitt sindur av fyrireiking. Men takið knekkbreyð ella annað ósúrgað breyð og saft ella vín og vælsignið og takkið Gudi fyri, at hesi eru ímynd upp á hansara likam og blóð. Lesið 1. Kor 11,23-28 og bjóðið húsfólkinum at halga seg av nýggjum til Gud, til at vera hansara likam á jørð, gjøgnum breyðbrótingina.

Í øllum hesum, so er sera ymiskt, hvussu hetta kann gerast frá familju til familju. So brúkið vísdóm og hugflogið til at gera hetta til eina góða løtu í Guds nærveru. Summi hava kanska tørv á at gera tað barnavinarlig, onnur kanska kunnu leggja dent á kvirruna og uppaftur onnur eru kanska einsamøll og kunnu avtala at ringja til ein vin á facetime og hava SDG-heima á tann hátt. Vís tær sjálvum náði, kanska klárar tú ikki at gera tað so fantastiskt sum tú ætlaði, kanska vilja børnini heldur práta enn at biðja. Tað er í lagi :) We know the feeling. Men hinvegin, so kunnu hesir vanarnir, sum tú skapar tær nú byrja at flóta inn í gerandisdagin. M.a. Hava vit sæð, hvussu Líggjas vil gera bønarhúsið fleiri ferðir dagligt eftir at hava lært tað sunnudagin.

Tað eru eisini fleiri góð møti og sunnudagsskúlar á netinum. Millum onnur sendir Keldan Awake leygarkvøld kl.20 og møti aftur kl.12 sunnudagin og barnamøti kl.13.

Tað er kanska eitt hugskot hjá barnafamiljunum at “goyma” okkurt av tí góða tilfarinum, sum kemur út á síðum hjá sunnudagsskúlum til børnini at sleppa at hyggja at gjøgnum vikuna.

Havið ein ordiliga góðan sunnudag við SDG-heima, hvíld og góðari heilsu, tað biðja vit um fyri tykkum.


- Hallgerð og Hendrik Akurstein