Takk fyri, Gud, at tú tekur tær av mær og mínum!

Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini? Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?

Matt.6,25-26

 

Vit menniskju eru skjót til at stúra fyri degnum í morgin. Vit vilja vita, at tað er nokk til av mati, wc-rullum og øðrum, at vit gloyma at hugsa um hini og byrja at handla egoistiskt og, sum vit hava sæð í Danmark og eisini her heima hjá okkum, tøma handilshyllarnar fyri tingum, vit í veruleikanum ikki hava tørv á. Men Gud sigur tað so greitt og einfalt í sínum orði: IKKI stúra, EG skal taka mær av tykkum! Men spurningurin er, tora vit at líta á, at Gud vil forsyrgja okkum og okkara familjum? 

Nú løgtingið hevur samtykt hjálparpakkan, sum skal hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi, starvsfólki sum eru sett niður í tíð, orsakað av skerda eftirspurninginum á marknaðinum, og arbeiðsgevarum sum rinda løn undir sjúku, so eru tað ivaleyst fleiri familjur, sum kenna seg meiri trygg. Hesi vita nú, at tey í tíðini, sum kemur kunnu fáa mat á borðið. Hetta skilja vit øll væl, tí hvør vil standa í teirri støðu, at man onga ella sera avmarkaða løn fær ta komandi tíðina? Men velja vit at trúgva tí, sum stendur í bíbliuni og handla upp á tað, so ger Gud okkum greitt, at vit ikki skulu stúra fyri at mangla nøkur av hesum materiellu tingunum, tí um Gud tekur sær av fuglunum, hvussu mikið meir vil hann so ikki taka sær av tær? 

Hendan tíðin minnir okkum eisini á, at tað skal ikki so nógv til fyri at okkara annars trygga og vælskipaða samfelag missir fótafestið orsakað av einum virusi, sum vit ikki kunnu síggja við okkara egnu eygum. Men lesa vit bíbliuna, so finna vit eina loysn upp á okkara manglandi tryggleika, har tað stendur, at Gud er okkara klettur, sum ikki vikast!  

 

Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast.

Salm. 62,3

 

Nógv hevur verið frammi um at vit ikki vita, hvussu tað fer at enda við hesum virusinum, okkara búskapi o.s.fr. Men eitt vita vit, og tað er, at Gud hevur givið okkum so nógv góð lyftir, sum vit kunnu velja at taka til okkara! Gud er trúfastur og heldur alt tað, ið hann hevur lovað. 

 

Bøn:

Gud, takk fyri, at Tú tekur Tær av mær og míni familju. Takk fyri, at Tú hevur lovað, at vit ongantíð skulu mangla nakað! Takk fyri, at eg kann velja at halda meg tætt at Tær, Tú, sum ert tann klettur, sum ongantíð vikast! Amen. 

- Sanna Akurstein