7 mátar at biðja viðv. Korona-virusinum

Júst sum hetta er tíðin at akta, hvíla, at vísa næstakærleika og at lýsa, so er hetta eisini tíðin at biðja.

Tað kann vera trupult at savna seg, men hetta er avgjørt eitt gott høvi at søkja Gud í bøn. Hann, sum er almáttugur og hevur prógvað tað so ofta fyrr, at hann er trúfastur og góður.

  • Bið sálma 91 yvir familjuna og tjóðina

  • Bið móti ótta og minn teg sjálvan á, at Gud gav okkum ikki mótloysisanda. 

  • Bið fyri, at landsins leiðarar fáa vísdóma at taka avgerðir fyri at avmarka smittuna. Og bið fyri øllum teimum, sum arbeiða við sjúkum, veikum og gomlum.

  • Bið um, at vit trúgvandi hava dirvi at boða Jesus í hesi tíð.

  • Bið um eina heimsumfatandi veking.

  • Ákalla Gud um, at ongin føroyingur má doyggja av Korona og at sóttin má steðga kring allan heimin.

  • Halga teg sjálvan, familjuna og tjóðina av nýggjum til Gud við at taka breyðbróting. Hetta er upplagt at gera komandi sunnudag. (Meir um hetta í einum øðrum bloggi)

- Hallgerð Akurstein