Føstu-andakt 17. februar - Hallgerð Akurstein

Jes 40:31
men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast.

Hevur tú nakrantíð sæð eina ørn. Eg havi sæð ørnir nakrar ferðir. Ørnin er fasinerandi, spyr bara Sálomon. (orðt 30,18-19)

Tá ið ørnin vil læra ungarnar at flúgva, so kastar hon onkuntíð ungarnar av berginum og eggjar teir at flúgva, tí teir duga at flúgva bara við at breiða veingirnar út. Men sær hon, at tað ikki eydnast teimum at fanga flogið, so skjýtur hon seg niðurundir teir, so at teir verða loftaðir av veingjabreiði hennara!
Er tað ikki akkurát tað Gud ger, tá ið vit ikki orka meira ella ikki finna útav at fóta okkum?

Tá ið arnaungarnir eru floygdir, tekur ørnin ofta tað mjúka úr reiðrinum, so teir til endans fata, at nú er tíð at fara. Tað er næstan sum við Ísraelsfólki. Í oyðimørkini fingu tey manna og Gud gjørdi alt fyri tey, men tá ið tey komu til lovaða landið, ja so máttu tey sáa og heysta. Vit mugu eisini taka ábyrgd fyri okkara andaliga lívi sum vit vaksa og búnast.

Jesus, hjálp okkum at vera menniskju, sum seta okkara álit á teg, at tú gevur okkum kraft av nýggjum, at tú lyftir okkum upp, tá ið vit ikki hava tak á tí. Og hjálp okkum at søkja teg og halda okkum nær tær, so vit kunnu liva spennandi og búgvin gudsbarnalív.