Dámar tær poddkast?

Í seinastuni havi eg tosað við fleiri, sum eru áhugað í at lurta eftir poddkast. Og vit hava tosað sindur um, hvørjum eg lurti eftir, og um eg viðmæli nøkur poddkast. Tað er ein ørgrynna av poddkastum, sum eru góð og viðkomandi. Og serliga um man er opin fyri at lurta eftir enskum poddkastum, so er helst onki mark fyri, hvat tú kanst finna poddkast um.

 

Eg hugsi at nevna nøkur av teimum poddkastunum, sum eg lurti ella havi lurtað eftir. Onkur komi eg aftur til, onnur eru til ávís evni ella ávísar árstíðir, men alt í alt, so haldi eg, at hesi, sum eg nevni, eru góð. Tað eru helst onnur góð poddkast, men vónandi kann hetta takast sum íblástur til onkran, sum kanska kundi hugsað sær at lurta eftir onkrum nýggjum.

Fyrst av øllum vil eg nevna einasta føroyska poddkast, sum eg lurti eftir, umframt onkra credo sending. Og tað er poddkastið hjá Trúboðanum. Eg haldi tað vera sera spennandi, at Trúboðin velur at gerast virkin á poddkast. Og mær dámar væl tey poddkastini, sum eg havi hoyrt. Serliga tá ið talan gerst um samrøður millum fleiri persónar. Og á føroyskum kunnu allir føroyingar vera við. Royn og lurta: https://trubodin.fo/category/poddkast/

 

So er tað Coffee with Chris, sum er poddkastið, sum Christine Caine hevði. Tað hevur mangan verið mín lívlína, um man kann kalla tað so. Heilt ótrúligt hevur tað ofta talað beint inn í mína støðu. Christine sær ikki út til at geva poddkast út longur, men her finnur tú 10 teirra, sum eg havi funnið á eini síðu: https://player.fm/series/coffee-with-chris-caine

 

Eitt par, sum eisini hevur verið við til at mynda mína trúgv, sum eg tó ongantíð havi møtt, eru John og Lisa Bevere. Eg havi lisið fleiri av bókunum hjá teimum, men nú lurti eg eisini av og á eftir teirra poddkastum. Messenger international hevur trý poddkast: Converstations, sum John og Lisa Bevere hava, Messenger international, sum tænastan hevur og fleiri onnur starvsfólk luttaka í og Sons & Daugthers, sum tey ætla til yngra ættarliðið. https://messengerpodcasts.com

 

Gjøgnum Propel Women átakið, sum Christine Caine stendur fyri, eri eg eisini komin at fylgja einum bloggi og poddkasti, sum eitur Mom Mentor. Mom Mentor hevur tvey ymisk poddkast. Eitt eitur “Parenting On The Go”, har Matthew og Sabrina Schlesinger tosa um pratiska og andaliga partin av foreldralívinum og at ala børn upp. Har kemur nýtt poddkast hvørja viku: https://www.mommentor.org/parentingpodcast

Og hitt poddkastið er um hjúnaband, har Matthew og Sabrina Schlesinger tosa um alt, sum hevur við hjúnabandið at gera. Tey hava eisini her eina praktiska og andaliga tilgongd:  https://www.mommentor.org/marriagepodcast

 

Carrie Robaina er ein floksfelagi, sum eg siti við síðuna av hvørja ferð eg eri í Wheaton í skúla. Hon er eitt fantastiskt menniksja, og so hevur hon eisini eitt poddkast. Hon hevur altíð spennandi persónar inni at fortelja teirra vitnisburð. Fleiri av sendingunum venda sær kanska fyrst og fremst til kvinnur, men hon er ikki bangin fyri at taka trupul evni upp. T.d. dámdi mær sera væl sendingina um ‘cad’ – causing accidential death. Hon hevur nógvar góðar sendingar: https://carrierobaina.com/podcast/

 

So er tað leiðslupoddkastið, sum eg lurti eftir av og á. Carey Nieuwhof er úr Kanada og hevur ofta samrøður við sera áhugaverdar persónar. Tað kunnu vera fólk, sum hava starvast í hvítu húsunum, tað kunnu vera leiðandi persónar í samkomulívinum, íverksetar osfr. Hesi poddkastini eru longur enn eitt miðal poddkast og eru rættað móti leiðarum.

https://careynieuwhof.com/mypodcast/

 

-      Hallgerð