Vit sum eru blivin Guds bústaður og sum Gud vil skapa løkir av livandi vatni í. (Meir um hetta í blogginum “Mítt hús skal vera eitt bønhús”) Vit, sum bera Guds lív og nærveru í okkum. Hvussu kunnu vit vera ein signingarkelda ítøkiliga, í tí smáa?
Jákup skrivar í Ják 3 um tunguna sum róðrið, ið stýrir skipinum. Og hann heldur fram...
“Og tungan er lítil limur og hevur stór orð. Hyggið, lítil eldur - hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!” Ják 3,5
Við henni vælsigna vit Gud og banna menniskju, ið eru skapt í Guds mynd. (Ják 3,9)
Hvør av okkum hevur ikki hoyrt og/ella sagt setningar sum:
“Ja, tað er hetta unga fólkið, tað er heilt galið við teimum!” ella “tað er hatta slagið, tey eru eisini...” ella “handan familjan hevur altíð verið so”.
Menum vit hyggja aftur í Bíbliuna og fyri at halda fram at brúka Jákupsa orð: Kann beiskt og søtt vatn so koma úr somu keldu?
Hvat gera vit við slíkum setningum? Tosa vit lív ella deyða? Signing ella banning?
Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum. Orðt 18,21
Roy Godwin í Wales fortelur í bókini “The Grace Outpouring”, at hann fekk tað soleiðis, at hann skuldi byrja at vælsigna økið, har hann var komin at búgva.
Hann brúktið 4. Mós 6,27: “Soleiðis skulu teir leggja navn mítt á Ísraelsmenn, og eg skal vælsigna teir.”
So hann fór til verka og byrjaði at vælsignað alt og øll í Jesu navni. Hetta skapti nakað í honum men ikki minst í teimum, sum hann signaði. Tað komu broytingar í familjum, vinaløgum, vinnulívinum, landbúnaðinum, ja sjálvt náttúruni.
Tá ið Jesus sendi teir 70 út, so sigur hann eisini:
“Men hvar sum tit koma inn í hús, har skulu tit fyrst siga: «Friður veri við hesum húsum!» Og er har nakað friðarbarn inni, tá skal friður tykkara hvíla yvir tí; men er tað ikki so, tá skal hann venda aftur til tykkara.” Luk. 10,5-6
Vit hava øll upplivað at fingið heilsuna Jesuspápi vælsigni teg. Um tað var í eini føðingardagsheilsu, á veg í skúla ella annað.
Kom og gerið tað til móta at vælsigna. At vælsigna onnur í Jesu navni. Vit kunnu gera tað, tá ið onnur eru fráverandi, men vit kunnu eisini gera tað, tá ið onnur eru nærverandi, har vit vælsigna tey. Vit kunnu signa børn og ung. Tað er ein ítøkiligur máti tú kanst vera ein signingarkelda. Í tí smáa kann Gud gera tað stóra.
Um vit hava hetta valdið, at vit kunnu skapa deyða og lív við tí, vit siga, so vil eg bara biðja:
Góði pápi í himli
Fyrigev mær, eg umvendi meg, vís mær náði. Eg vil ikki verða partur av tí óndskapi at boða deyða og oyðilegging, men eg vil saman við tær skapa lív. Ger meg til signingarkeldu.