31. oktober - Halloween?

Í dag er 31. okt., og summi hava kanska lagt merki til, at fólk eru farin at kalla hetta Halloween. Og tað kemur til Føroyar serliga frá amerikanskum sølutriksum. Men Halloween tykist at vera sera upptikið av deyða og myrkri.

Men Halloween ‘All hallow eve’ merkir simpulten allahalganaaftan. 

Allahalganadagur er ein dagur, har vit serliga hugsa um og minnast tey, sum fóru undan okkum. Sum eru heima hjá Gudi men vístu okkum á Jesus.

Og tað er onki skeivt í at hava ein dag, har vit hugsa um tey, sum eru farin. Og ikki minst øll, sum hava latið lív fyri gleðiboðskapin. Har vit eru greið yvir, at øll tey heilagu eru meira enn bara vit, sum eru her, beint nú. Men tað eru eisini tey, sum hava fylgt Jesusi allastaðni til allar tíðir.

Allahalganadagur var ein dagur, sum bleiv lagdur um somu tíð sum heiðin fólkasløg offraðu til tey deyðu.


Keltar høvdu Shamhain, har tey trúðu, at tað var serliga tætt millum tey deyðu og tey livandi. Og tí skóru tey røtur út og settu ljós í tær fyri at halda andum burtur. Tá ið bretar fluttu til Amerika, har tað ikki vuksu røtur, broyttist henda siðvenja til graskar heldur enn røtur. Seinni komu eisini íslett av meksianskari mentan við okkultismu upp í Halloween siðvenjuna í Amerika, og við tí deydningahøvd og annað. 

Men sjálvt um man valdi somu árstíð sum Shamhain til Halloween, so broytti man totalt siðvenjuna.

Tað størsta offrið fyri tey deyðu og tey livandi er longu gjørt í Jesusi. Hann hevur goldið allan prísin, tí eiga vit ongantíð at offra nakað til tey deyðu, ei heildur at dyrka tey.

Tí kann tað tykist løgið, tá ið okkara samfeløg, sum hava høgtíðir, sum hava kristnar siðvenjur, har vit minnast tey farnu, venda siðvenjunum burtur frá kristna týdninginum og venda aftur til heidnar siðir

Men um vit ynskja at feira tey livandi, so kunnu vit gera tað við gestablídni, sum Bíblian leggur stóran dent á og við gávum, sum jú er stórur partur av okkara jólasiðvenju.

Og tí haldi eg tað vera sera hóskandi at skriva, hvussu rithøvundurin av Hebrearabrævinum skrivar um tey, sum eru farin undan okkum. Tað verður ofta nevnt hitt stóra skýggið av vitnum.

Hann hevur í Hebr. 11 skrivað um trúgv og trúarhetjurnar, sum vit kenna tær úr skriftini. Og rithøvundurin brúkar myndina av einum stadium. Vit eru á rennibreytini, men øll, sum eru farin undan okkum, øll, sum vit lesa um í Hebr 11, og allar tær trúarhetjur, sum hava verið í tykkara familjum, men ikki eru her meir, tey sita á áskoðarabonkinum, og so sigur hann í Hebr 12,1-3: 

(Egin týðing av The Message.)

“Disiplin í hesum langa teininum

Síggja tit hvat hetta merkir - allir hesir sum runnu undan, hesar hetjurnar, sum heppa á okkum! Tað merkir, at vit eiga at halda á: blaka alt annað frá okkum, byrja at renna og ongantíð steðga! Ikki hava andalig fiti, onga snultandi synd! Men lítandi á Jesus, sum bæði byrjaði og endaði hendan teinin, sum vit renna. Granska, hvussu hann gjørdi. Tí hann misti ongantíð málið úr eygsjón - við hasum spennandi endaspurtinum til og saman við Gudi - kláraði hann at útstanda nógv, ja alt: kross, skomm og alt! Og nú er hann á ærisplássinum, við síðuna av Gudi.

Tá ið tit ivast í tykkara trúgv, farið so gjøgnum hasa søguna aftur og aftur, stig fyri stig, hasa ræðandi røðina av líðing, sum hann kláraði gjøgnum, tað kemur at geva eina adrenlinainnspræning í sál tykkara!”

Og Brorson lýsir tað soleiðis í sálminum, sum Janus Djurhuus hevur týtt 1. ørindi av:

Eitt snjóhvítt herlið er at sjá sum túsund fjøll við kava á,

um alla vídd

við pálmum prýtt,

við song’ Guðs hástól’ hjá.

Tað er hitt vígda lið, sum vann,

tá stríð um allan heimin brann, 

og tváa stóð

í lambsins blóð

og himnasælu fann.

Har halda tey nú halgan fund

og takkarsong á hvørji stund;

eitt samfalsljóð

sum várloyst flóð

til Guds kvað teirra lund.


Góðan sunnudag, allahalganaaftan og Allahalganadag.