Teir hava verið á fjalli…

Teir hava verið á fjalli í royting. Ullin, sum seyðurin hevur samlað sær gjøgnum allan veturin, hon má av. Onkur seyður hevur bara høvdið frítt. Ullin er sum ein tjúkkur kragi um hálsin, og tað er eins og seyðurin bert yvirlivir við allari hasi eyka vektini. Onkur seyður hevur kanska klárað at kasta nakrar ullalagdir sjálvur, men annars klárar seyðurin ikki at gera nakað við hetta. Men nú er tíðin komin at verða leiddur inn til tað tronga staðið, sum er rættin. Rættin, har seyðurin savnast. Men tað er eisini staðið, har ullin verður klipt av.

Hetta tronga staðið er kanska ikki so hugaligt, men tað er neyðugt. Seyðurin hevur kanska roynt at ungingið tað, men nei, nú er hann her. Rættin kann vera ein operatión, ein innlegging, ein sálarfrøðingasamrøða. Okkurt, sum tú kanska hevur sæð koma, um onki broyttist, men nú er tað har, ringt at unganga. Tað kann eisini vera ein samrøða við ein familjulim, ein uppgerð ella ein avgerð um at seta fastar dagar av í vetur at røkta hjúnabandið ella sambandið við foreldur ella børn.

Ullin er ting, sum fylla. 

Ting, sum hond má takast um.

Ting, sum tyngja!

Ting, sum eru blivin ein plága.

Og hvat gera menn við ullina?

Teir brenna hana, so hon verður sum roykur. 

“Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar.”

‭‭Jesaja‬ ‭43:25‬ ‭

Ella verður hon spunnin til tógv, sum verður til troyggjur, hosur og handskar, sum onnur kunnu verma seg av.

“sum troystar okkum í eini og hvørji trongd okkara, so at vit kunnu troysta tey, sum eru í alskyns trongdum við teirri troyst, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Guði.”

‭‭Seinna Korintbrævið‬ ‭1:4‬ 

Eitt annað hendir í tí tronga staðnum. Seyðurin fær eina innspræning av vitaminun. Ein innspræning, sum ger okkum sunn og mótstøðufør.

Guds orð! Lurta eftir og les Guds orð! Uppliv, hvussu tað styrkir og er til heilsubót fyri teg.

Tað er betur fyri seyðin at hond verður tikin um tingini, meðan árstíðin er til tað enn at blíva plágaður av ullini mánar ella ár afturat. Og tá ið seyðurin kennir rættina og veit, at hon er staðið við umsorgan, har hond verður tikin um vælveruna hjá seyðinum, ja men so er hon ikki so galin. 

Talar hetta brotið til tín, óttast so ikki, men lat Gud virka í tær, útset tað ikki, um hann leiðir teg í rættina.

Framtíðin byrjar í dag!

Tú ert ikki einsamøll ella einsmallur. Alt fylgið verður leitt í rættina, men øll hava ymisk viðurskifti.

Hendan treingir til at kom í rætt.

Hendan treingir til at kom í rætt.