Prestar í egnum húsi

Nú samkoman ikki savnast sum vant og samband við prestar og leiðarar er avmarkað, hóast hetta seinna sær út til at vera betur enn man kundi væntað í slíkum umstøðum, so hava vit kanska tørv á at verða mint á læruna um almenna prestadømið, sum kom við trúbótini.

Hetta er eina læra, sum protestantar standa sera væl saman um. Í miðøld lærdi katólska kirkjan, at rætturin til at lesa, tulka og umsita Guds orð og boð lá hjá einum serligum fólki í kirkjuni, prestunum. Protestantar trúgva hinvegin upp á almenna prestadømið ella prestadømi teirra trúgvandi, sum Luther kallar tað.

Í Gamla testamenti, so er tað ein ávís ætt, eitt serligt fólk, sum kunnu vera prestar. Hesi kunnu so við reinsan og forskriftum gera gudstænastu eisini vegna fólkið. Teir formidlaðu kunnleika um Gud, Guds nærveru og eisini fyrigeving fyri syndir.
Hóast tað vóru prestar, sum gingu inn fyri Gud í Gamla testamenti, so eru prestar ikki millumgongumenn longur, eftir nýggja sáttmálanum, har Jesus er deyður og livnaður uppaftur. Hesir vóru ikki fullkomnir, men vóru heldur skuggar ella ímyndir av tí, sum skuldi koma gjøgnum Jesus.

Jesus er nú sjálvur offrið, sum er ofrað einaferð fyri allar, og hann er einasti millumgongumaðurin, sum vit lesa í Hebr 9. So tað er gjøgnum, at vit alliera okkum við Gud, at vit í Jesusi hava atgongd til Guds. Og gjøgnum Jesus eru vit øll prestar. Hetta merkir ikki, at vit ikki skulu hava leiðarar og prestar, sum undirvísa og tæna fólkinum og sum standa fyri læruni. Hesir eru bara ikki millumgongumenn millum fólkið og Gud longur.

“Við tað at vit tá hava ein stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum himnarnar, Jesus, son Guðs, tá latum okkum halda fast við játtingina! Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd.”
‭‭Hebr 4:14-15‬

Jesus verður í dópinum salvaður til at vera bæði profetur, prestur og kongur. Við dópinum og heilagum anda, sameining við Kristus, hava vit trúgvandi atgongd til sama salvilsi. Tvey skriftstøð, ið leggja dent á hetta eru:

“Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk, fyri at tit skulu boða frá dygdum hansara, sum kallaði tykkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós;”
‭‭1. Pæt‬ ‭2:9‬ ‭

Og

“Og teir sungu nýggjan song og søgdu: Verdur ert tú at taka bókina og lata upp innsigli hennara, tí at tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum, og gjørdi tey fyri Guði okkara til kongaríki og til prestar, og tey skulu vera kongar á jørðini!»”
‭‭Opb.‬ ‭5:9-10‬ ‭

Í ørindinum í brævinum hjá Pæturi, vísir Pætur aftur til uppgávuna, sum Ísrael hevði. Israel varð útvalt at vera Guds fólk millum allar hinar heidnu tjóðirnar. Tey skuldu endurspegla, hvør Gud var, og hvussu lívið skuldi livast. Har tey vóru knýtt at ofrum og blóði av djórum, so kunnu vit hvíla í Jesu fullgjørda verki og út frá tí tæna og kunngera dygdir hansara.

Í staðin fyri eitt hierarki, har tað er langt frá fólkinum til Gud. Hetta sum var í Ísrael og sum fólk eisini upplivdu í katólsku kirkjuni í miðøld, so hava vit nú samfelag við Gud.
“Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.»” Matt‬ ‭18:20‬ ‭

Hetta merkir, at tað ikki bert eru prestar, leiðarar og prædikumenn, sumhava atgongd til Gud og kunnu lesa, tulka og sýna í verki tað, sum tey lesa í Bíbliuni, men tað kunnu øll trúgvandi. Vit hava gjøgnum Jesu verk atgongd til Gud, til hansara nærveru, og at móttaka syndanna fyrigeving. Vit hava eisini atgongd tila t lesa Guds orð, og eins og í Berøa, so eiga vit at granska, um tað, sum vit hoyra, er samsvarandi skriftini. Vanliga fólkið kann nú tulka skriftirnar í felgaskapi, sum er samkoman.
Hetta er ein stór signing og framíhjárættur, sum vit hava fingið hjá Gudi. Vit hava barnakor. Men tað merkir ikki, at samkoman ikki skal hava ein bygnað við leiðslu og tænastum. Hesi eiga sjálvandi eisini at vera, tí tað er Jesus sjálvur, sum gevur okkum hesar tænasturnar.

“Og tað er hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar,”
‭‭Ef‬ ‭4:11‬ ‭

Men hvat merkir hetta so fyri okkum í dag? Jú, tú kanst við treysti reisa teg og vera prestur í egnum húsi. Tú kanst vera tann, sum leiðir tín húsfólk inn í Guds nærveru, tit kunnu øll biðja til Gud. Tit skulu ikki gjøgnum nakrar prest fyria t fáa fyrigeving ella fyri at uppliva Gud. Tit kunnu øll lesa Guds orð og tosa saman um, hvat tit lesa. Hetta var ikki heilt óvanligt í Føroyum fyrr. Hvørki í gerandisdegnum ella halgidagar í bygdum, har ongin kirkja ella prestur var.

Og við at øll trúgvandi taka lut í at vera samkoma, vera kirkja, ja so nærkast vit eisini tí upprunaliga tankanum við samkomuni. Tann fyrsta samkoman tænti hvør øðrum og vóru nakað fyri hvør annan. Tað er ikki uttan grund at hvør øðrum stendur 59 ferðir í Bíbliuni. Tað var ein inngrógvin partur av tankanum at vera samkoma. At savnast heima og at boða boðskapin heima er onki nýtt. Tað var tað tey fyrstu kristnu gjørdu. Tú kanst gera tað sama.

“Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum og brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi,” Áps‬ ‭2:46‬ ‭

“og teir lótu ikki av at læra hvønn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus.” Áps‬ ‭5:42‬

So latið okkum nú umstøðurnar eru soleiðis, at vit ikki savnast í bólkum, samkomum og kirkjum, gera sum fyrstu kristnu og savnast heima við hús. Vit eru jú øll prestar, og Gud kann brúka okkum við teimum gávum og evnum, sum vit hava til at tæna hvør øðrum. Um tær manglar íblástur til hetta, so leggja vit ein blogg út hvønn leygardag við uppskotum til, hvat tú kanst gera sunnudagin eftir.

Les eisini bloggin SDG-heima.

-Hallgerð Akurstein