Heilsan úr Filipsoyggjunum

«Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.» - Jesus Kristus

Klokkan er bara 1:29 um morgunin, og eg vaknaði við ófriði á mær, tí eg upplivi sterkt, at Gud ynskir, at vit byrja at gera arbeiðið, sum hann hevur lagt á okkara hjarta í eina tíð nú. Eg var ikki so sikkur í míni søk vegna nøkur trygdaratlit, sum mugu takast, men nú veit eg, at vit mugu gera okkurt.

Alt hevur verið niðurlagt í 6 vikur nú, og enn eru 2 vikur ella fleiri eftir. Síðani hetta byrjaði, hevur stjórnin gjørt sítt besta fyri at geva teimum, sum vinna pening frá degi til dag, pensjónistum, brekaðum og bilførarum, fíggjarligan stuðul. Í tvær vikur havi eg sæð órættvísi kring meg, har ið brekað, sum ikki eru pensjónistar, ikki hava fingið stuðulin. Hetta er ikki galdandi fyri øll, men fyri nógv, og tað, sum eg síggi er bara í okkara bygd.

Eg ringdi til Koronalinjuna, men tað er ein long tilgongd, áðrenn tey kunnu gera nakað við hetta, og grannarnir eru svangir. Tað er ein neyð í okkara hjørtum at veita neyðhjálp, ið kann hjálpa teimum, so tey fáa dagligt breyð.

Vit ætla at keypa minst 10 sekkir av rísi og so dósamat, nudlur og egg til tey í okkara bygd, og kanska vit náa út um bygdina eisini, um vit hava nokk. Vit hava spurt ein, sum hevur arbeitt við YWAM síðani 1980-ini og býr nær við hjá okkum, um hann kann koyra okkum at deila neyðhjálpina út. Hann hevur játtað. So eg havi ein fyrispurning til tykkum, Guds familju. Biðið yvir, um Gud leiðir tykkum at geva. Allar upphæddir eru kærkomnar í hesi fátæktini, sum fólk eru í. Vit koma at leggja myndir út so hvørt sum vit deila neyðhjálpina út.

Um tú ynskir at stuðla, so kann ein gáva flytast á 9865 - 1418216, viðm.: neyðhjálp

Takk fyri og Guds signing.

Kristoffur og Rosalie Sørensen

Bloggur filipsoyggjarnar 2.jpg
Bloggur filipsoyggjarnar 1.jpg