Hirðin og seyðurin, Harrin og vit

Tað er hásummar, og vit í Føroyum kunnu njóta náttúruna í fullum blóma, sjálvt um sólin ikki altíð sær. Tað fær meg at hugsa um sálmarnar, serliga sálmarnar, har náttúran, menniskja og Gud eru lýst.

Sálmur 23 er eitt fantastiskt dømi um hetta, har Dávid lýsir sambandið millum hirðan og seyðin, Harran og okkum. Og eg hugsi, at hesin sálmurin kann vera góður hjá okkum at hugsa um í summarferiuni.

Sálmurin er um Gud, hin almáttuga. Her verður hann lýstur við myndini av einum hirða. Tað er áhugavert, hvussu Dávid lýsir Harran sum hirða.

Hirðin er nóg mikið fyri seyðin, og hann er tann handlandi í sálminum. Hirðin letur Dávid, seyðin, teg og meg liggja á grasgrønum fløtum. Hann leiðir til hvíldaráir, hann lívgar og leiðir á rættar leiðir. Stavur hansara og keppur ugga, og hirðin fer so langt sum at reiða borð fyri tær fyri eygunum á fíggindanum og salvar títt høvur.

Um vit hyggja nærri at sálminum, hvat sær so út til at vera uppgávan hjá okkum í sálminum? Vit fylgja, liggja, drekka, móttaka, verða vard, uggað og uppvartað. Tað er bara í dimmudølunum Dávid lýsir okkum sum tey aktivu, har ganga vit. Og í endaleysar tíðir dvølja vit í Harrans húsið.

Ariana Walker segði tað so gott um okkum og sálm 23: onkuntíð so ganga vit gjøgnum grasgrønu fløturnar men liggja í dimmu dølunum, deyðaskuggans dali.

Latið okkum heldur liggja og hvíla í góðu tíðunum í okkara lívi, so vit í ringu tíðunum kunnu fylgja hirðanum og ikki leggja okkum niður men seta okkum til borðið, sum hann reiðir. Tað kann eisini vera, at vit hava tørv á hvíldini á grønu eingjunum fyri at orka at ganga í dimmu dølunum.

Og til endans í sálminum staðfestir Dávid, at Guds góðska og náði fylgja okkum allar okkara lívsins dagar, bæði teir góðu og minni góðu, og at vit skulu búgva hjá honum í endaleysar tíðir.

Ein uppmuntran til at brúka summarfrítíðina við vísdómi, og hvíla ella ganga alt eftir, hvar tú ert í lívinum. Minst bara til, at hirðin sjálvur er hjá tær við síni góðsku og náði, so tú kanska klára allar dagar.

Gott summar

Meir um hví hirðin salvar høvdið á seyðinum kann lesast her:
https://equipherlife.com/2011/06/23/the-shepherds-oil/ (á enskum)